Vit dvølja við evnið – skiftisárini hjá kvinnuni
Kvinnukvøld við íblástri og hollari kunning um skiftisár.
Skeiðið er serliga ætlað kvinnum sum eru í ella nærkast skiftisárum – vinkonur, starvsfelagar, grannar, bindiklubbar, lesibólkar. Tit eru allar vælkomnar.
Øll fara vit gjøgnum fleiri skifti alt lívið. Skifisárini er eitt teirra, og tey kunnu ávirka kvinnuna í størri og minni mun. Á skeiðnum verður greitt, hvat skiftisár eru, hvussu tey ávirka, og hvørji ráð eru til at taka, um skiftisárini eru avbjóðandi.
Fyrilestrarhaldararnir eru serfrøðingar hvør á sínum øki og fúsar at lata luttakarunum hópin av viðkomandi íblástri.
GG.: Umframt at høvi verður at seta spurningar á skeiðnum, ber eisini til at senda okkum spurningarnar frammanundan, so vit fáa fyrireikað svarini væl. Ver vælkomin!
Fyrilestrarhaldarar:
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum
Marianna Vang Simonsen, ergo -og zoneterapeutur
Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari og master í positivari sálarfrøði
Nær: Týskvøldið 26. august kl. 19.00 -21.30, við kaffisteðgi
Hvar: Smæran, J. H. Shrøtersgøta 7 í Havn
Kostnaður: 395 krónur, tilmeldingin er bindandi. Um tú fært forfall, ert tú vælkomin at senda senda eina aðra fyri teg.
Keyp atgongumerki á: https://javnvag.fo/product/kvoldartiltak-fyri-kvinnur-um-kvinnur-og-skiftisar/
Eru spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Bergtóru á Bergtorajoensen@gmail.com ella Marionnu á javnvag@javnvag.