Terms and Conditions

Yoga:


Trygd og fyrivarnið:       

Tú hevur sjálv/ur ábyrgd av tíni egnu trygd og heilsu í yogatímanum. Lurta eftir kroppinum og sig frá, um nakað er, sum tað ikki skal vera. Tað er í lagi at føla strekk og ikki í lagi at føla pínu.

Rátt verður til at siga mær frá og møguliga spyrja seg fyri hjá lækna, um tú hevur m.a. høgt blóðtrýst, blóðtøpp, hjartasjúku, sukursjúku, epilepsi, er við barn, hevur kropsligar og/ella sálarligar avbjóðingar, ella um tú er í læknaligari viðgerð og tekur heilivág. Trúnaður er um tað, sum boða verður frá.


Gjald og kostnaður:              

Goldið verður fyri skeiðið á konto, áðrenn skeiðsbyrjan. Møguleiki er eftir avtalu at innheinta møguligar mistar tímar innan fyri verðandi skeið. Endurgjald verður bert rinda, um eg sjálv avlýsi yogatíman. Til ber at gera serliga avtalu um gjaldshátt.

Hevur tú keypt eitt skeið og hevur goldið við tilmelding t.d. gjøgnum heimasíðuna www.javnvag.fo og av onkrari orsøk má melda frá aftur, fær tú endurgoldið skeiðið, um avboð til skeiðið er sent eina viku áðrenn skeiðsbyrjan sum sms á tlf.  516699 ella sum teldupostur á javnvag@javnvag.fo

Kostnaðurin er at síggja undir lýsingini av liðunum.


Avboð:

Fyri at geva møguleika til at innheinta møguligar mistar tímar er neyðugt, at tú meldar frá í góðari tíð, tá tú veitst, at tú ikki kann møta til ein yoga tíma. Send sms á 516699 ella teldupost á javnvag@javnvag.fo og viðmerk títt navn.


Yogaútbúnaður:

Møguleiki er at læna yogamottur, klossar, beltir, stórar avlangar pútur, teppi og eygnapútur í yogatímanum.


Klæðir og teppi:

Tú er í klæðum, tú kanst røra teg í, og tú følir behagilig at vera í. Tú hevur teppi ella troyggju og hosur við til djúpa hvíld. Kropshitin fellur við stillum yogastøðum og djúpari hvíld.


Fartelefonir:    

Fartelefonir eru sløktar ella uttan ljóð og vibratión í tímunum.


Føðsla:            

Mælt verður til ikki at eta beint áðrenn yogatíman líka sum við aðrari venjing. Við lættari máltíð minst 1 t. og við tyngri máltíð minst 2-3 t. Mælt verður ikki til at drekka í yogatímanum uttan so, at tað av einhvørjari orsøk er neyðugt av heilsuáðum.



Zoneterapi:


Trygd og fyrivarni:

Viðgerðin verður eftir fakligari metan tillaga tann einstaka. Tú hevur sjálv/ur ábyrgd av tíni egnu trygd og heilsu undir viðgerðini. Lurta eftir kroppinum og sig frá, um nakað er, sum tað ikki skal vera.

Rátt verður til at siga mær frá og møguliga spyrja seg fyri hjá lækna, um tú hevur m.a. høgt blóðtrýst, blóðtøpp, hjartasjúku, sukursjúku, epilepsi, er við barn, hevur kropsligar og/ella sálarligar avbjóðingar, ella um tú er í læknaligari viðgerð og tekur heilivág. Trúnaður er um tað, sum boða verður frá.


Gjald og kostnaður:              

Aftaná hvørja viðgerð verður goldið á konto via terminal á staðnum ella við at flyta á konto via netbanka. Til ber at gera serliga avtalu um gjaldshátt. Minst til at avlýsa, um tú ikki fær møtt. Avlýsing sama dag, førir við sær fult viðgerðargjald.


Avboð:

Minst til at avlýsa, um tú ikki fær møtt. Avlýsing sama dag, førir við sær fult viðgerðargjald. Send sms á 516699 ella teldupost á javnvag@javnvag.fo og viðmerk títt navn.


Klæðir og teppi:

Tú er í klæðum, sum tú følir behagilig at vera í. Viðgerðin er á leggir og føtur ella andlit. Hjá pinkubørnum eisini á lørunum. Tí er gott, um tú er í klæðum, sum kunnu geva atgongd til leggir og føtur og hjá pinkubørnum eisini á lørunum. Sum vaksin ella barn fær eitt teppi útyvir teg undir viðgerðini, tí kroppurin vanliga kemur í eina djúpa hvíld, har kropshitin. Pinkubarnið situr hjá foreldrunum ella liggur á bríkini, meðan tað fær viðgerð. Til ber at leva bróst ella fløsku undir viðgerðini.


Fartelefonir:    

Fartelefonir eru sløktar ella uttan ljóð og vibratión í tímunum.


Føðsla:

Tú fær bjóða vatn og eitt nøtubland eftir viðgerðina.

Kurvin