MAMMUYOGA VIÐ PINKUBØRNUM

Mammuyoga við pinkubørnum er bæði eftirføðingaryoga til tín sum mamma og zoneterapi og sansastimbran til barnið. 

 

Skeiðið er bæði til tín, sum hevur átt vaginalt og eisini sera vælegna til tín, sum hevur átt við keisaraskurði.

 

Tú kann luttaka frá uml. 6 – 8 vikur eftir føðing og fram til at barnið er í grulvialdri. Við keisaraskurði frá uml. 10 – 12 vikur eftir føðing.

 

Á ein mildan hátt verður arbeitt við at fevna um broytingarnar í kroppinum eftir barnsburð og føðing ígjøgnum andavenjingar, kropsligar venjingar og djúpari hvíld, sum styrkja og stuðla kropsliga og sálarliga. 

 

Serligur dentur verður lagdur á at fáa tað heilt grundleggjandi samstarvið ímillum andadráttin, kokubotnin, teir innaru búk- og ryggvøddarnar og bøllarnar aftur í lag. Hetta gera vit m.a. við at økja kropsligu tilvitanina um tann góða kropsburðin í gerandisrørslum sum heild.  

 

Til barnið gera vit zoneterapi á føtur og lør, har tú lærir at stimbra og stuðla sodning, hvíld, immumverju og linnan við tannframbrotið.

 

Sum luttakari hevur tú atgongd til privatan bólk á facebook, har m.a. góð ráð og venjingar eru tøkar.

Viðmæli

Hjørdis Gudmundsen
Read More
Eg og Tóki hava gingið til hetta skeiðið við Marianna. Hetta er vælvera fyri bæði mammu og pinkubarn. Eg vil viðmæla øllum mammum við pinkubørnum at fara – so gott, avslappandi og mennandi fyri bæði mammuna og lítla barnið.
Sunnvá Húsgarð
Read More
Eg vil avgjørt viðmæla øllum mammum at fara til mammuyoga við pinkubørnum í Grønlendingahúsinum. Ein fær heilt víst nógv burturúr venjingunum, og samstundis ein friðsæl og mennandi løta hjá mammu og barni, at bara njóta hvørt annað. Marianna er sera dugnalig og vælvitandi innan økið, og meir afturat, og við hennara tolna og blíða lyndi gerst tímin sera behagiligur og avslappandi. Heilt víst væl brúktir tímar í mínum barnsburðarfarloyvi.
Previous
Next

Melda teg til her
ella keyp beinleiðis niðanfyri

Skeið á 3 vikur :

Fríggjadagar kl. 10.00 – 11.30

Dato: 23. aug. til. 5 sept.

Kostnaður: Kr. 600,-

Stað: Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn

Kurvin