Tænastur
Zoneterapi
er ein viðgerðarháttur til at skapa javnvág og linna í kroppinum og harvið betra um heilsustøðuna og trivnaðin í gerandisdegnum.
Tøk skeið og gávukort
Møguligt er at koma á bíðilista til fullteknaði skeið við at skriva til mín undir sambandi.
Bloggur
Ársins stytsti dagur og longsta nátt 2019
Á ársins stytsta degi og longstu nátt – vetrarsólstøðu, sat eg og skrivaði tíðindabræv og takkaði fyri sýndan áhuga, luttøku og íblástur hjá Javnvág gjøgnum árið. Eg eri sera takksom fyri at kunna menna virksemið mítt saman við mínum viðskiftafólki og gleði meg til eitt nýtt ár við nýggjum møguleikum.
Ársins syklus var júst komin heilt til endan av útandingini. Til steðgin har einki tykist at henda, hóast at tað í myrkrinum og í tí stilla og tigandi hendir nógv. Har tú ER og ikki GER, og í friðinum leggur til merkis og møtir tí, sum ER og talar til tín frá hjartanum, tí sum hevur týdning. Slettis ikki tí, at tað altíð er so lætt. Hetta er tíðin til at samla orku og vera í híð. At vaksa í javnvág ímillum at VERA og GERA.
“Inspiratión” – ein hugleiðing frá longsta degi 2019
Eg siti einsamøll í kvøld og orðið, sum kemur til mín við hesum vakra útsýni yvir himmal, hav og fjøll, er ”inspiratión”. Eg siti og geri eina skrá og eitt tíðindabræv yvir yoga fyri heystið og veturin 2019 og nakað nýtt, eg ynski at bjóða út.
Heystið – vilt, flott, litríkt og grátt
Heystið hevur nú av álvara tikið dik á seg. Hitin og orkan í sólini eru minkandi, og dagarnir styttast. Tað er heystardimmið, og vit tendra ljós.
Eg gangi ein túr og síggi tað litríka spælið í tí følnandi náttúruni. Allir hesir fantastisku gyltu heystlitirnir. Litir, sum eru úrslit av nøkrum, sum hevur verið; tí, sum hevur spírað og vaksið í vár og summar.
Góð viðmæli
Javnvág hevur gjøgnum nógv ár hjálpt einum hópi av fólki, eins og fyritøkum við sínum virksemi.