20 grams trykk

foot massage, foot reflex, foot reflex zones-2133279.jpg

Við eini trykkávirkan á 20 gram á øki (reflekszoner) á fótunum verður kroppurin leiddur inn í eina djúpa uppbyggjandi innaru hvíld.

 

20 g. trykk er sera vælegna til fólk, sum ynskja eina heilt milda, djúptgangandi og longrivarðandi viðgerð. 

 

Viðgerðin virkar, sum við klassiskari zoneterapi á allan kroppin og er sera vælegna til avbjóðingar mentalt, sálarliga og nervasjúkufrøðiliga, so sum at skapa ró og linna í neva- og hormonskipanina m.a. við óró, svøvnavbjóðingum, tekin um strongd og sorg.

 

Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá tí einstaka.

 

Er tørvur á eini samanhangandi viðgerðargongd verður mælt til, at uml. 14 dagar eru ímillum tær fyrstu tríggjar til fýra viðgerðirnar.

Send ein fyrispurning

Kurvin