Tilfar við ljóð- og sjónfílum

Morgunsendingini í KVF frá 12.04.23 um skiftisárini

Hitatúrar, turrar slímhinnur, tunglyndi, vánaligur svøvnur, strongd. Nógvar eru tær keðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av skiftisárunum hjá einari kvinnu. Allar skulu ígjøgnum skiftið, har tú fert frá at vera gitnaðarfør til ikki at kunna fáa børn longur, men ymiskt er, hvussu henda tíðin ávirkar. 

 

Ein triðingur av kvinnum merkja lítið ella einki, ein triðingur kennir eyðkennini væl, meðan síðsti triðingurin hevur tað sera ringt. 

 

Marianna Vang Simonsen hevur í nógv ár arbeitt við kvinnukroppinum, stórum lívsbroytingum og teimum hormonum, sum stýra okkara lívi, og hon hevur tosað við nógvar kvinnur í skiftisárunum. Nógvar teirra kenna seg strongdar, sjálvt um tær ikki gera annað og meira enn tað, ið tær altíð hava gjørt. Orkan er bara ikki hin sama, sum tá man var yngri, og tað er týdningarmikið at viðurkenna hetta, sigur Marianna. Hon leggur eisini dent á, at kvinnur sjálvar kunnu gera nógv fyri at fáa tað so gott sum gjørligt, tá skiftisárini koma. 

Et góðan og javnvigandi mat, sov væl og leingi, ven styrkivenjing og ansa eftir tær sjálvari, so hevur tú bestu fyritreytirnar, leggur hon afturat.

Yoga Nidra – ein møguleiki til djúpa hvíld.

Ein góð gáva til tín sjálvs í dagligdegnum. Legg teg niður ella set teg og ger tær tað so behagiligt sum gjørligt við pútum og teppi hesar komandi 16 min. og 20 sek. Tú skal einki annað gera enn ómakasleyst at taka ímóti orðunum frá ljóðfílini og lata tey føra teg inn í eina møguliga djúpa hvíld, har tú kann sleppa teimum spenningum, sum eru møguligir at sleppa júst hesa løtuna. Tú skal ikki hugsa um at hoyra hvørt orð ella føla alt tað, sum eg sigi. Lat kroppin og sinnið fáa frið eina løtu, ímeðan uppmerksemið fylgir við orðunum. Kroppurin hvílur, og uppmerksemið er vakið. Tað skal ikki følast á nakran ávísan hátt, verð bara við tí, sum er, og lat andadráttin hesa løtuna koma inn og fara út úr tí, sum nú einaferð er.

Upptøkan er gjørd saman við eini kvinnu, sum liggur við kroppinum stuðlaðum við pútum, teppum og eygnapútu.

Vælgagnist <3

Leinkjan til ljóðfíluna liggur á altjóða heimasíðuni www.yoganidranetwork.org, sum hevur sum mál, at fólk skulu kunnu lurta eftir yoganidra í sínum egna móðirmáli. Sum nú er ligga yoganidra á fleiri enn 50 málum inni á síðuni.

ELLA

Ein styttri og ein longri steðgur, har tú kann kopla úr í gerandisdegnum 🙂

Ger so væl og lurta her á síðuni ella tak niður og lurta sum tær hóvar, tá tú ikki er á netinum.

Til tann stutta steðgin er hóskandi at sita ella liggja.

Til tann longra og uppbyggjandi steðgin er best hóskandi at liggja, so tú rættiliga kann lata kroppin verða tungan og hvíla, gjarna við onkrum útyvir teg, so tú ikki verður ov køld/kaldur.

Tak til Niclas Tórsteinson fyri hjálpina við upptøkunum.

FIF

Fif til standandi arbeiðið við farteldu heima, tá tú ikki hevur innstilliligan útbúnað tøkan
Fif til at bróta einsháttaðar rørslur sum t.d. við sitandi arbeiðið við teldu
Fif til sitandi arbeiðið við farteldu heima, tá tú ikki hevur innstilliligan útbúnað tøkan

Pawanmuktasana

Her er ein leinkja til 45 min. við deiligum, nærverandi og róligum yoga, sum stillisliga loysur bundna orku og iltar og nørir hvørja kyknu í kroppinum. Yoga, sum er alment gagnligt, eins og tað er egnar seg sera væl til tíðina eftir barnburð og til tíðarskeið, har orkan ikki er tann stóra.  

Tímin kan eftir tørvi gerast í síni heild ella deilast upp í tveir ella tríggjar partar. Tú kann sita sum her á gólvinum, seta teg á ein stól ella gera rørslurnar liggjandi ella standandi.

Kurvin