Yoga og kreativ verkstova á Viðareiði 13. - 16. feb. 2025

“Bjóða ljósið og blómandi várið inn í hvílandi veturin”

Vit fara at nøra kropp og sál við ymiskum lekrum nørandi yoga, vegleiða til djúpa vetrarhvíld og skapa vakrar mandalas við turkaðum blómum.

 

3 ferðir áður hava vit báðar skipa fyri “Mandala og yoga vikuskifti” á Hotel Norð á Viðareiði, og undirtøkan hevur verið sera góð. 

 

Hesuferð fara vit at bjóða til eitt “Yoga retreat”, har vit báðar fara at gera okkara besta fyri, at tit fáa eitt lekkurt og avslappandi vikuskifti. Dentur verður lagdur á hugna, munagóðar rørslur, hvíld, heilsugóðan mat og kreativitet. Vit koma at bjóða ymiskt nørandi yoga og vegleiðing til djúpa hvíld til kropp og sál.

Harafturat verður ein opin kreativ verkstova, har tit hava møguleika at stytta tykkum um stundir, um hugurin er til tess. 

Tankin er at taka várið inn í myrka veturin við at skapa vakrar mandalas við turkaðum blómum og mála á steinar. Tilfarið til hetta er við í prísinum. 

 

 

Møguleiki er eisini fyri, at man kann hava sítt egna við og sita við sínum egna av einhvørjum slag.

 

Vit fara eisini at ganga onkran túr og njóta fantastisku náttúruna á Viðareiði.

Vit báðar og í mesta lagi 12 luttakarar koma at hava alt hotellið fyri okkum sjálvar, so tað er totalt luksus.

 

Skráin við møguleika fyri broytingum verður hendan:

 

(Túrar verða lagdir inn alt eftir veðrinum)

(Seinnapartsdrekkamunnur stendur frammi allar dagarnar)

 

Hósdagur 13. februar kl. 19.00 er innskriving á Hotel Norð. 

Vit koma uppá pláss, fáa ein drekkamunn og gjøgnumganga skránna.

Kl. 21.30 er Góðanáttyoga “At hvíla í vetrinum”  (45 min.)

 

Fríggjadagur 14. februar.

Kl. 7.30 er morgunyoga “At fáa várið inn í veturin” (90 min.)

Kl. 9.00 er smoothie klárur og frugt og nøtur standa frammi.

Kl. 10.00 er kunning á kreativu verkstovuni ella egin tíð.

Kl. 12.00 er frokostur

Kl. 14.00 – 16.00 er opin verkstova “At fáa blómir inn í veturin”, annað av egnum ynski ella egin tíð.

Kl. 16.30 er nørandi yoga við lekrum rørslum og djúpari massagu við bóltum og djúp hvíld. (120 min.)

Kl. 19.00 er døgurði og hugni.

 

Leygardagur 15. februar.

Kl. 7.30 er morgunyoga “At fáa várið inn í veturin” (90 min.)

Kl. 9.00 er smoothie klárur og frugt og nøtur standa frammi.

Kl. 10.00 – 12.00 er opin verkstova ella egin tíð.

Kl. 12.00 er frokostur.

Kl. 14.00 – 17.00 er opin verkstova, har tað tú er í gongd við verður gjørt liðugt ella egin tíð.

Kl. 17.15 er nørandi yoga við lekrum rørslum (75 min.)

Kl. 19.00 er døgurði við onkrum lekrum omaná og hugni. 

 

Sunnudagur 16. februar.

Kl. 7.30 er morgunyoga “At varveita ljósið í vetrinum” (75 min.)

kl. 9.00 er brunch.

kl. 10.00 – 12.00 enda vit í felag, gera yoga nidra og siga farvæl.

kl. 12.00 – 13.00 er útskriving.

 

Undirvísarar eru : 
Marianna & Bjørk 💞

 

Tilmelding fer fram við at venda sær til eina av okkum ella gjalda depositum her á heimasíðuni: 

 

Marianna Vang Simonsen tlf. 516699
Bjørk Gudmundsen tlf. 215499 

 

Prísur : 

Einakamar 5990,- kr.
Dupultkamar 5490,- kr.

Depositum 1000,- kr. 

 

Tú fær eitt kontonummar frá okkum og er tilmeldað, tá depositum er goldið. Depositum verður ikki endurrinda. Tú fær boð, tá restin av gjaldinum skal gjaldast. 

Vit gleða okkum so sera nógv til hettar vikuskiftið 🌟🧡🤩

Við vetrarkvøðu Bjørk og Marianna 🍂

Melda teg til

Kurvin