SKIFTISÁRINI – at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár. Framløga við hormonvinarligum morgunmati, leygardagin 13/9-25, kl. 09.00 – 12.30

625,00 kr.

Spurningar vit m.a. koma at viðgerða út frá bæði eini vesturlendskari og eini eysturlendskari áskoðan:

  • Hvørjar eru tær natúrligu broytingarnar, sum henda í kroppinum ígjøgnum árini upp til og í skiftisárunum?
  • Hvussu kanst tú fyrireika teg til hesar broytingarnar.
  • Hvussu kanst tú arbeiða við og ikki ímóti hesum broytingunum?
  • Hvussu kunnu skiftisárini fevna um stórar menningarmøguleikar við lívsgleði og trivnaði?

Dato: Leygardagin 13/9 -25 kl. 09.00 – 12.30. (Tú møtir í seinasta lagi 10 minuttir áðrenn, so vit eru klárar kl. 9.00 )

Stað: Hvannasundsgøta 12, Tórshavn.

Kostnaður: Kr. 625,-

Tilmeldingarfreist: 8/9-25

Íroknað: Framløga og reflektión, sum stuðla hesum stóra skiftið í lívinum og ein lættur og hormonvinarligur morgunmatur.

Undirvísari: Marianna Vang Simonsen

Á lagri: 10 á lagri

Vørubólkur:
  • Hvørjar eru tær natúrligu broytingarnar, sum henda í kroppinum ígjøgnum árini upp til og í skiftisárunum?
  • Hvussu kanst tú fyrireika teg til hesar broytingarnar.
  • Hvussu kanst tú arbeiða við og ikki ímóti hesum broytingunum?
  • Hvussu kunnu skiftisárini fevna um stórar menningarmøguleikar við lívsgleði og trivnaði?

Hetta eru millum annað spurningar, sum vit koma at viðgerða bæði út frá eini vesturlendskari og eini eysturlendskari áskoðan.

Merkir tú nakað til m.a. møði, at tola minni av, at vera meira nærtakandi, skjótari kenslu av strongd, skiftandi sinnalag, PMS, temperaturbroytingar og hitabylgjur, broyttan svøvn, órógv í svøvninum, broytta húð, turrar slímhinnur, bløðrubruðna-líknandi eyðkenni, høvuðpínu, migrænu, lið- og vøddapínu, hjartabankan, vektøking, heilatoku og “fuffy” heilaaktivitet?

Hetta kunnu vera tekin um natúrligar hormonellar broytingar.
Um tú tíðliga skilur natúrligu broytingarnar, sum spakuliga byrja mitt í 30′, kann tú betur stuðla kroppinum og síggja stóra virðið í broytingunum, soleiðis, at tú ikki allgoyst og fullkomuliga ófyrireika renir teg í skiftisárini, har menstratiónin ikki kemur meira, tá tú er uml. 49 – 52 ár.
Skeiðið verður skipað sum eitt stovutiltak, har vit afturvið einum løttum og hormonvinarligum morgunmati viðgerða evnið og skapa reflektión, sum stuðlar undir hetta stóra skiftið í lívinum.

Skeiðið er til tín, sum er “forvitin”, til tín, sum merkir smærri broytingar og til tín sum merkir størru broytingar. Til tín, sum hevur bløðingar og tíl tín, sum ikki hevur bløðingar longur.

Kurvin