Eru ivamál ella spurningar so send ein fyrispurning á javnvag@javnvag.fo ella ring á 516699.
Mammuyoga við pinkubørnum er bæði eftirføðingaryoga til tín sum mamma og zoneterapi til barnið.
Skeiðið er bæði til tín, sum hevur átt vaginalt og eisini sera vælegna til tín, sum hevur átt við keisaraskurði.
Tú kann luttaka frá uml. 6 – 8 vikur eftir føðing og fram til at barnið er í grulvialdri. Við keisaraskurði frá uml. 10 – 12 vikur eftir føðing.
Á ein mildan hátt verður arbeitt við at fevna um broytingarnar í kroppinum eftir barnsburð og føðing ígjøgnum andavenjingar, kropsligar venjingar og djúpari hvíld, sum styrkja og stuðla kropsliga og sálarliga.
Serligur dentur verður lagdur á at fáa tað heilt grundleggjandi samstarvið ímillum andadráttin, kokubotnin, teir innaru búk- og ryggvøddarnar og bøllarnar aftur í lag. Hetta gera vit m.a. við at økja kropsligu tilvitanina um tann góða kropsburðin í gerandisrørslum sum heild.
Til barnið gera vit zoneterapi á føtur og lør, har tú lærir at stimbra og stuðla sodning, hvíld, immumverju og linnan við tannframbrotið.
Sum luttakari hevur tú atgongd til privatan bólk á facebook, har m.a. góð ráð og venjingar eru tøkar.