“Inspiratión” – ein hugleiðing frá longsta degi 2019 

Eg siti einsamøll í kvøld og orðið, sum kemur til mín við hesum vakra útsýni yvir himmal, hav og fjøll, er ”inspiratión”. Eg siti og geri eina skrá og eitt tíðindabræv yvir yoga fyri heystið og veturin 2019 og nakað nýtt, eg ynski at bjóða út. 

Her er so nógv ymiskt. Flákri eg bara runt ella er ein reyður tráður? Hvar byrjaði tað heila?

Árið 2010 var nakað heilt serligt í mínum lívið í mun til mína núverðandi lívsleið. 

Vit høvdu sagt okkara føstu størv upp í Tórshavn og vóru flutt til Nuuk. Her vóru vit burtur frá øllum tí kenda, og einki var sum vant. Hetta var bæði ræðandi og frígerandi. Maðurin hevði fingið fulltíðarstarv, sonurin var komin í ein grønlandskan býarskúla, og eg valdi at vera heimagangandi. Eg hevði góða tíð til at taka mær av tí, sum ynskið var um og tørvur var á. Tá sonurin var komin væl til rættis í skúlanum, var meira tíð til mín sjálvs um dagarnar. 

Eg keypti ein dagin eitt damublað, og har fylgdi ein lítil bók við. Tað var nakað um at finna sína ”passión”. Ja, ja, sovorið fjas, men ok’, hetta var sikkurt stuttligt at hyggja í kortini.

Hmmm, hvat var mín passión? Tað visti eg ikki rættiliga. Íðan, eg hevði jú tíð, so eg las í bókini og gjørdi ymiskar uppgávur, sum har vóru. At enda skuldi eg gera mína fyrstu intuitivu ”vision board” og ein ”passiónslista”. 

Tað havi eg tikið fram aftur nú, eg á longsta degi, tí grønlendska nationaldegnum og altjóða yogadegnum siti í Fuglafirði saman við eini vinkonu í nakrar dagar. Vit njóti tað, líta afturá, gera skrá fyri heystið og veturin og skriva bloggar. 

Eg visti ikki, at hetta var tað, sum eg fór at gera nú í kvøld, at skriva um mína lívsleið í mun til áhuga og arbeiði frá 2010. Eg veit heldur ikki, hvat hetta endar við, nú skrivi eg bara, lati meg inspirera av tí at vera burtur úr gerandisdegnum í vøkru náttúruni í Fuglafirði í dag 8 í míni syklus.

Síðani 2007 hevði eg regluliga gjørt yoga. Tó so, hevði eg avbjóðinar í rygginum, sum spøktu aftur, eisini tá eg gjørdi yoga. Tað var ein forðing, og eg helt tað var virkuliga irriterandi. Eg hevði ynski um at læra meira um yoga og fór undir mína fyrstu yogaútbúgving í Restorative Yoga á 350 tímar. Ein útbúgving serliga rætta til fakfólk við vitan um krop og anatomi, og sum ergoterapeutur og zoneterapeutur var hetta júst eg. Ein útbúgving, har tú lærur at rætta yogaundirvísingina júst til tann einstaka kroppin, og har tú kann brúka hjálpiamboð at stuðla kroppinum við. 

Ein av teimum fyrstu yogalærarunum, eg møtti, segði í 2007: ”You can be a yogateacher”. Hvønn snakkar hon við? Meg, sum hevði avbjóðingar í rygginum, var stív, græt fyri eitt gott orð og sum ikki kláraði at krúlla meg saman? Jú, tað var meg, hon tosaði við. ”Ok, so siga vit tað meni’, tú veit nokk, hvat tú snakkar um. ”

Hesin tankin lá síðani bara har einastaðni aftanfyri í heilaskuffuni, og tá í Nuuk í 01.10.10 skrivaði eg m.a. á mína ”vision board”: ”Eg vil læra yoga so væl, at eg kann læra frá mær. ” 

Av øðrum, sum kom á ”vision boardið” var m.a. eitt postkost av hesi áðurnevndu yogalærarinnu, eitt útklipp ”GOD ENERGI i dig og dit liv – det handler ikke kun om motion og sund mad, men også om mental sundhed”, nøkur barnslig útklipp frá Poul Pava og ymiskir lepar, sum eg hevði skrivað við hond m.a. stóða á nøkrum av teimum: 

  • ”Lívsgleði í dagligdegnum – broytingar í gerandislívinum.”
  • ”Hvat gevur, og hvat tekur orku – lívsneisti, blóðsukur, svøvnur, andadráttur og rørsla.
  • ”Formidla møguleikar til javnvág”.

Síðani skuldi eg skriva ein ”passiónslista”, eyðsýnt út frá smáu lepunum og har stendur m.a.:

  • ”Læra yoga og meditatión”.
  • ”Mixa tað traditionella og tað alternativa – barnakonur, baby, ein góð byrjan á lívið”.
  • ”Antistress, vælvera, njótilsi og samlív” 
  • ”Einstaklingar, bólkaviðgerð, skeið, fyrilestrar, venjingar”.

Her stendur síðani eisini nakað meira persónligt, sum eg fari at halda fyri meg sjálva 

Hetta er ótrúliga stuttligt at lýta aftur á, tí síðani hetta, havi eg verið drigin at ymiskum, sum kann tykjast impulsivt – útbúgvingar, skeið og bøkur.  Eg vil í dag heldur kallað tað intuitivt. Ein djúpri atdráttarmegið serliga rætta til tað syklisku kvinnuna, tað intuitiva, kreativa, seksuella og kvinnuliga, og um kvinnukroppin sum heild. Um tey heilt stóru skiftini í kvinnulívinum, at hava eina menstratiónssyklus, at vera barnakona, at koma seg eftir føðing eisini við keisaraskurði og seinni at møta broytingunum í skiftisárunum ikki bara kropsliga, men eisini mentalt og sálarliga.

Síðani vóru tað pinkubørnini, ynski um eina góða byrjan, sum hevur ført við sær vitan innan heilsu hjá pinkubørnum og børnum, har kostur og heilsa hjá mammuni og familjuni eisini hevur stóran týdning. Alt vitan, bygt víðari á mínar grundútbúgvingar.

So ótrúliga spennandi og við á leiðini havi eg fingið samband við so sera áhugverd og inspirerandi menniskju, sum eg eri so sera takksom fyri.

Her siti eg so nú, og lívið gongur sína gongd. Njót tað, ímeðan tú kann. 

Eg síggi tann reyða tráðin, og eg eri ikki liðug enn. Í vár var fokus á eftirføðing og yoga, og í heyst verður tað víðari um barnakonur og yoga. Klokkan er 00.00, og nú fari eg at ganga mær ein túr at lýta niðan á Blábjørg á hesum longsta degi í 2019.

Kurvin