Hugleiðing

Ársins stytsti dagur og longsta nátt 2019

Á ársins stytsta degi og longstu nátt – vetrarsólstøðu, sat eg og skrivaði tíðindabræv og takkaði fyri sýndan áhuga, luttøku og íblástur hjá Javnvág gjøgnum árið. Eg eri sera takksom fyri at kunna menna virksemið mítt saman við mínum viðskiftafólki og gleði meg til eitt nýtt ár við nýggjum møguleikum.

Ársins syklus var júst komin heilt til endan av útandingini. Til steðgin har einki tykist at henda, hóast at tað í myrkrinum og í tí stilla og tigandi hendir nógv. Har tú ER og ikki GER, og í friðinum leggur til merkis og møtir tí, sum ER og talar til tín frá hjartanum, tí sum hevur týdning. Slettis ikki tí, at tað altíð er so lætt. Hetta er tíðin til at samla orku og vera í híð. At vaksa í javnvág ímillum at VERA og GERA.

Ársins stytsti dagur og longsta nátt 2019 Les meira »

Kurvin