Í ár var tankin hjá mær at hava fokus á kvinnukroppin og hormonir, og kvinnukroppin og arrviðgerð bæði við massagu, zoneterapi og yoga.
Tá eg hyggi aftur á hálvárið, so kann eg nøgd staðfesta, at jú, gongd er í hesum 🙂

23/1-25 gjørdi eg mítt fyrsta “Sofaprát”. Hetta var við Rosu, sum hevði verið til viðgerð hjá mær, tí hon ikki fekk menstruatiónina aftur aftaná at vera steðga við p-bollum. Hon arbeiddi íðin við at økja sína tilvitan um cyklus og at tillaga gerandislívið eftir henni. Hon fekk tað betur, og tó kom menstratiónin ikki. Hon fekk staðfest PCOS, og fekk tillaga kost, venjing, arbeiðið, frítíð og eginumsorgan (gerandislívið) enn meira eftir síni cyklus og PCOS’inum. Rosa hevur nú havt regluliga menstratión í tvey ár <3 Tú kann hyggja og lurta eftir okkara áhugaverda práti her:

8/3-25. Altjóða kvinnudagurin varð hildin saman við uml. 60 fantastiskum kvinnum í Royndarhúsinum í Nólsoy. Maud Wang Hansen skipaði fyri og hevði gjørt okkum eina lekra fyldiga gularótasuppu við súrdeiggjsflutes og við lekrari rabarbu trifflu omaná. Maria sang tveir vakrar og rørandi sangir fyri okkum, og Ronnie spældi guitar, og sjálv fekk eg høvi til at hava eitt upplegg, sum eg nevndi “Mokita og skiftisárini”.
Tá vit nú hildu altjóða stríðsdagin fyri rættindi hjá kvinnum, so var tað við hesum upplagt at koma inn á rættindi hjá kvinnum at eldast, rættindi til at vera í konstantari broyting, rættindi til at vera merkt av tyngdikraftini og rættindi til at hvíla og blóma í tí aldrinum, sum kvinnan nú einaferð er í.
Nattúrlig rættindi, sum í modernaða og liniera samfelagnum verða nakað kroyst.

5/4-25. Aftaná 3 ár og 11 mdr. var aftur skeið um “Skiftisár” á Tvøroyri og hesuferð á Seglloftinum. Hetta var eitt sera væl skipað tiltak við Bindi sum fyriskipara, og 21 deiligum og áhugaðum kvinnum í ymiskum aldri. Næstan dupult so nógvar sum síðst. Ja, tað er so sera týdningarmikið at hava nakað av vitan um, hvussu man FÓTAR sær í ein broytingartíð yvir ár, serliga, um man býr í einum “modernaðum og linierum” samfelagi, sum bert viðurkennur østrogen, vøkstur, effektivitet, ungdóm og tað sjónliga. Vit hava brúk fyri eini mótvekt !!!
Tann stóri spurningurin er: “How the fuc…. do you live cyclical in a linier world?”

21/5-25 “Góðan morgun Føroyar” spurdi, um eg vildi vera við sum serfrøðingur um skiftisárini. Tað segði eg sjálvsagt ja til.
“Høvuðsevnið í serfrøðingatáttinum hesaferð er viðkvæmar slímhinnur, sum hava so nógv at siga fyri trivnað, sex og samlív. Serfrøðingurin Marianna Vang Simonsen kemur inn á fleiri onnur evni, so sum hvønn týdning strongd hevur, hvussu ymsu viðurskiftini í kroppinum spæla saman, og hvussu tær ymisku hormonirnar virka.”
Tú kann lurta her: https://kvf.fo/…/2025/05/21/serfrodingurin-um-skiftisarini
Tað fyrru sendingina um skiftisár “Flenn í staðin fyri at gráta”, sum var í “Góðan morgun Føroyar” 12/4-23, kann tú hoyra her: https://kvf.fo/ljod/sending/gmf?sid=155400
“Hitatúrar, turrar slímhinnur, tunglyndi, vánaligur svøvnur, strongd. Nógvar eru tær keðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av skiftisárunum hjá einari kvinnu.
Allar skulu ígjøgnum skiftið, har tú fert frá at vera gitnaðarfør til ikki at kunna fáa børn longur, men ymiskt er, hvussu henda tíðin ávirkar. Ein triðingur av kvinnum merkja lítið ella einki, ein triðingur kennir eyðkennini væl, meðan síðsti triðingurin hevur tað sera ringt. Marianna Vang Simonsen hevur í nógv ár arbeitt við kvinnukroppinum, stórum lívsbroytingum og teimum hormonum, sum stýra okkara lívi, og hon hevur tosað við nógvar kvinnur í skiftisárunum.
Nógvar teirra kenna seg strongdar, sjálvt um tær ikki gera annað og meira enn tað, tær altíð hava gjørt. Orkan er bara ikki hin sama, sum tá man var yngri, og tað er týdningarmikið at viðurkenna hetta, sigur Marianna.”
16/6-25 var eg til upptøku hjá Elin Michelsen í KVF, sum í løtuni tosar við 12 kvinnur um ymisk evni innan skiftisár.
Hon kemur at gera eitt pallborð, sum á onkran hátt viðgerð samrøðurnar við hesar 12 kvinnurnar.
Evnið, sum hon tosaði við meg um, var, hví skiftisárini kunnu verða nevnd, sum “The age of no comprimise” og “The age of no bullshit”. Eg eri sera spent at hoyra, hvussu hetta fer at forma seg.

26/6-25 fer Bergtóra Høgnadóttir á SEV at varpa ljós á skiftisárini og arbeiðsmarknaðin.
Her koma Katrin Kallsberg, Bergtóra og eg at viðgerða evnið saman við áhugaðum starvafólkum og makum teirra. Hetta hava vit ikki gjørt saman fyrr, so tað verður eisini spennandi at vita, hvussu tað fer at rigga.


Í fleiri ár havi eg havt yoga til barnakonur og eftirføðing og vegleitt í og givið pinkubørnum og mammum zoneterapi.
Eitt øki, sum hevur havt mín serliga áhuga er at koma seg eftir keisaraskurð. Hetta, tí at eg upplivi, at hesar kvinnur eru sera einsamallar í tí, at hava fingið eitt stórt skurðinntirv í kroppin, sum ikki bara ávirkar tann fysiska kroppin. Sama er galdandi fyri kvinnur, sum hava fingið onnur arr á kroppin m.a. hava tikið lívmóður, cyster og annað í búkholuni og við krabba og bróstoperatión.
Í februar, mars og apríl tók eg trý modul í “Rundt om: Arvæv” í integratión av arrum á kroppinum við massagu á og um arr og við viðgerð av arrum við zoneterpi á fótunum.
– Arvæv, den store ballademager: 1) Ar – teori og behandling af ar efter kejsersnit. 2) Ar efter abdominal-operationer. 3) Fysisk og psykisk betydning af ar efter brystoperationer.
Hetta var so sera áhugavert at læra meira um og at hygdýpa seg í. Tað er ótrúligt, hvussu kroppurin roynir at hjálpa okkum og skapa leking, tá “hol” kemur á kroppin. Harafturat, hvussu ótrúliga nógva ávirkan grundin til, at arrið er komið, og arrið skjálvt kann hava á kropp, sinn og sál, og hvussu týdningarmikið tað er at fáa integrera arrið í kroppin (krop, sinn og sál), og at arr ongantíð verða ov gomul at arbeiða við.
Hendan vitan er longu blivin intigrera í vegleiðing og zoneterapiviðgerð, har tað er viðkomandi, og vónandi havi eg, áðrenn árið er runnið gjørt eina vegleiðing til kvinnur, sum hava átt við keisaraskurðið.
Samanumtikið kann eg bara staðfesta, at jú, her er gongd í ymiskum.
Tað er bara at gleðast um, at tað eftirhondini verður varpa ljós á ymiskt viðvíkjandi kvinnuheilsu í Føroyum, sum tað fyrr ikki hevur verið tosað hart um, og at mokita og tabu stillisliga verða brotin.
Gott summar til tín og tykkara <3
Marianna Vang Simonsen
Tlf. 516699