Zoneterapi

foot massage, foot reflex, foot reflex zones-2133279.jpg

Hvat er zoneterapi?

 Zoneterapi er í dag ein sera vælumtóktur og viðurkendur viðgerðarháttur og eitt gott ískoyti til aðra viðgerð. Zoneterapi stuðlar undir at javnviga heilsustøðuna sum heild, og hvørki kann ella skal viga upp í móti tí læknaligu tilgongdin til sjúkuviðgerð.

 

Zoneterapi er eitt aldargamalt handverk við uppruna í fleiri heimspørtum.

 

Læran um zoneterapi byggir á eina heildarfatan av menniskjanum sum eina eind, har tað altíð er ein sínamillum ávirkan millum kropp, sinn og sál. Læran byggir á, at allur kroppurin finst speglaður í smærri zonum á kroppinum m.a. á fótunum, hondunum og andlitinum. Við serligari handaligari trykkávirkan á eina zonu t.d. á fótinum fæst sostatt ein ávirkan á samsvarandi partin av kroppinum. Hervið verður kroppurin stuðlaður til sjálvur at javnviga heilsustøðuna.

 

Zoneterapi er serliga vælegnað til samtíðar vælferðarsjúkur, har tað sjáldan er talan um eina, men heldur fleiri orsøkir til ójavnvágir í heilsustøðuni hjá tí einstaka.

Hvør hevur gagn av zoneterapi?

Allir aldirsbólkar – pinkubørn, børn, ung og vaksin.

Hvat gagnligt kann zoneterapi gera?
Hvat søkja fólk m.a. zoneterapi fyri?
Hvussu kann kroppurin reagera aftaná eina zoneterapiviðgerð?

Tað er ymiskt, hvussu kroppurin kann reagera. Nakrar av teimum heilt vanligu reaktiónunum innanfyri tey fyrstu tvey samdøgrini eftir viðgerðina eru:

Hetta eru alt tekin um, at kroppurin er ávirkaður av viðgerðini. Hann er nú í gongd við sítt egna innara arbeiði við at javnviga heilsustøðuna. Í hesi tilgongd kann tað koma fyri, at gamlir ójavnar kunnu taka seg upp aftur, um so er, at hesir ójavnar áður ikki eru blivnir heilt javnvigaðir.

Javnvág bjóðar trý sløg av zoneterapi

Andlitszoneterapi ​

Viðgerð á 50 min. og 5 – 10 min. hvíld.  til vaksin og størri børn.

20 g. trykk á føtur

Viðgerð á 90 min. og 10 min. hvíld til vaksin.

Klassiska zoneterapi​

Viðgerð á føtur á 50 min. viðgerð og 5 – 10 min. hvíld til vaksin.

Til børn uml. 30 – 40 min. og pinkubørn uml. 20 – 30 min. 

Hvussu nógvar viðgerðir skulu til?

Tað er ymisk frá persóni til persón og alt eftir tørvinum hjá tí einstaka og slag av ójavnvág.

 

Við mildum og/ella nýliga íkomnum ójavna er ofta skjótari at síggja ein bata enn við afturvendandi og varðandi ójavnum.

 

Við afturvendandi og varðandi ójavnum ella sjúku verður zoneterapi ofta nýtt sum viðlíkahaldandi og linnandi viðgerð.

 

Hvat kann tú sjálv/ur gera?

Tað er í flestu førum nógv tú sjálv/ur kann gera fyri at stuðla undir at javnviga tína heilsustøðu.

 

Zoneterapeuturin kann hjálpa til við at hyggja at tíni heilsustøðu og livikorum sum heild og vegleiða um, hvussu tú sjálv/ur kann stuðla undir at skapa meira javnvág í kroppinum og gerandislívinum. 

 

Hyggjast kann m.a. at orkudeiling í gerandisdegnum millum arbeiðið, frítíð og eginumsorgan, trivnaði, svøvni, rørslu, kosti og frískari luft.

Send ein fyrispurning

Kurvin