Yoga

Yoga er fyri øll og snýr seg um at sameina, styrkja og skapa javnvág í kroppi, andadrátti, sinni og sál.

 

Tað, sum hevur stórstan týdning í tilveruni, er tað, sum hendir uttanfyri yogamottuna. 

 

Yogamottan er eitt “pit stop” í gerandidegnum, ein stutt vitjan, har tú heilsar uppá, leggur merki til og stillar ljóðførið. 

 

Yoga er at meta sum ein møguleiki at uppliva, sansa og merkja lívið, sum vit liva, sum ein partur av eini størri heild.

 

At geva gætur er eitt lyklaorð, og kropsligu rørslurnar fara fram við róligari ferð eftir tínu egnu náttúrligu rútmu í andadráttinum. Tað snýr seg um at vera tilstaðar her og nú, at finna sína egnu rútmu og miðja ímóti at liva í gerandislívinum í síni egnu rútmu.

 

“Yoga is a state in which you are present – really present – in every moment, in every action.” T.K.V. Desikacar

 

Reglulig útinnan av yoga gevur sum heild størri tilvitan, orku og vælveru í gerandisdegnum m.a. við at betra um útreinsan, styrki, miðsavnan og jarðfestið bæði kropsliga og sálarliga. Kropsburður og tilvitan betrast sum heild, og harvið kunnu overving, strongd, slit og skaði í gerandislívinum fyribyrgjast.

 

Kapping er ikki í yoga. Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka. Tað, sum krevst, er ynski og viljin til at arbeiða við sær sjálvum og sínum kroppi.

 

Eg leggi dent á tað blíðu tilgongdin, har tú vendir uppmerksemið inneftir og rútman í andadrátti, kroppi og sinni miðsavnast og stillast ígjøgnum blíðar andadráttsvenjingar, kropsligar rørslur og djúpa hvíld. Harafturat verða tær kropsligu rørslurnar tillagaðar til tann einstaka – eitt nú við hjálpiamboðum m.a. yogapøllum, yogakubbum, teppum, belti og eygnapútu.

 

Tað finnast nógv sløg av yoga.

Mín undirvísing er ein blanding av Restorative Yoga, Hatha Yoga og Shakti Yoga, og kann í stuttum nevnast Restorativ Hatha Flow.

 

Shakti Yoga er tann kvinnuliga tilgongd til yoga bæði kropsliga og sálarliga.

Lyklaorðini í Shakti yoga eru m.a. styrkin í tí bleyta, móðirliga, flótandi, viðurkennandi, ósjónliga, intuitiva, kreativa, cykliska, umfevnandi og nærleikin og kærleikin til tað, sum er.

 

Í undirvísingini innganga:

Andadráttstilvitan og andadráttsrørslur, sum sameina kroppin og sinnið, økja um renslið í kroppinum og styrkja nervalagið og minka um spenningar og strongd.

Kropsligar rørslur og støður, sum økja um renslið í kroppinum, minka um spenningar og styrkja vøddar og andadrátt.

Djúpa hvíldin, sum er so sera uppafturbyggjandi bæði kropsliga og sálarlig og styrkir nervalagið og minkar um spenningar og strongd.

Skeið, ið koyra regluliga

LÆTT YOGA

Fyri óroynd og roynd
Á ymiskan hátt verður arbeitt við andadráttinum og løttum, róligum og samansettum rørslum og kropsstøðum
Les meria her

BARNAKONU-YOGA

í Grønlendingahúsinum
At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða kvinna og mamma
Les meira her

MIÐAL YOGA

Fyri nakað roynd
Tímin byggir á eina sameining av klassiskum Hatha yoga, bleytum og flótandi rørslum og hvílandi yogastøðum
Les meira her

BARNAKONUYOGA

Meira og annað enn góðar kropsligar rørslur
At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða kvinna og mamma
Les meira her

MAMMUYOGA VIÐ PINKUBØRNUM

Bæði til tín, sum hevur átt vaginalt og við keisaraskurði
Mammuyoga við pinkubørnum er bæði eftirføðingaryoga til tín sum mamma og zoneterapi og sansastimbran til barnið
Les meira her

FOUNTAINHÚSIÐ

Kroppur og Andadráttur
Hvør tími inniheldur grundleggjandi andavenjingar, blíðar kropsligar rørslur (standandi, sitandi og liggjandi), avspenning og djúpa hvíld.
Les meira her

FOUNTAIN-HÚSIÐ

Kroppur og Andadráttur
Hvør tími inniheldur grundleggjandi andavenjingar, blíðar kropsligar rørslur (standandi, sitandi og liggjandi), avspenning og djúpa hvíld.
Les meira her

YNDI FITNESS

Morgunyoga - hósmorgnar kl. 7.10 – 8.00
Til tín, sum er limir ella hevur klippikort í Yndi Fitness.
Les meira her

TANN GÓÐI GRUNDLEGGJANDI ANDADRÁTTURIN Í GERANDISLÍVINUM

Skeið á 4 vikur, har fokus er á at stuðla undir tann heilt natúrliga ómakasleysa andadráttin, sum vit brúka í gerandisdegnum
Les meira her

TÍN MÁNAÐARLIGA CYKLUS

tín innari vegleiðari
Skeiðið er til tín, sum hevur áhuga í styrkini í tí nørandi kvinnuligu orkuni og eginleikunum í tær sjálvari sum kvinna og rundan um teg m.a. í ringrásini hjá mánanum og rútmuni í teimum fýra árstíðunum, og í tí heilt natúrliga og givna samanhanginum í hesum og tíni mánaðarligu cyklus, tína rútmu.
Les meira her

SKIFTISÁRINI

at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár
Skeiðið er til tín, sum er “forvitin”, til tín sum merkir smærri broytingar og til tín sum merkir størru broytingar. Til tín, sum hevur bløðingar og tíl tín, sum ikki hevur bløðingar longur.
Les meira her

Skeið, ið kunnu bíleggjast

SKIFTISÁRINI

At fóta sær í eini broytingartíð yvir ár
Skeiðið er til tín, sum er “forvitin”, til tín sum merkir smærri broytingar og til tín sum merkir størru broytingar. Til tín, sum hevur bløðingar og tíl tín, sum ikki hevur bløðingar longur.
Les meira her

TÍN MÁNAÐARLIGA CYKLUS

Tín innari vegleiðari
Lær at kenna ymisk tekin frá kroppinum, sum tín innara vegleiðara og lær at arbeiða við og ikki ímóti hesum natúrligu mánaðarligu skiftunum kropsliga og sálarlig.
Les meira her

TANN GÓÐI GRUNDLEGGJANDI ANDADRÁTTURIN Í GERANDISLÍVINUM

Skeið á 4 vikur, har fokus er á at stuðla undir tann heilt natúrliga ómakasleysa andadráttin, sum vit brúka í gerandisdegnum
Les meira her

Send ein fyrispurning

Kurvin