YNDI FITNESS – morgunyoga, hósmorgnar kl. 7.10 – 8.00
Til tín, sum er limur ella hevur klippikort í Yndi Fitness.
Tímin byggir á lætt yoga, har vit á ymiskan hátt vekja kroppin við andavenjingum, dynamiskum kropsligum rørslum og kropsstøðum. Tímin endar við strekkjum og eini styttri hvíld.
At geva gætur er eitt lyklaorð, og kropsligu rørslurnar fara fram við róligari ferð eftir tíni egnu náttúrligu rútmu í andadráttinum.
Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at øll kunnu vera við – bæði óroynd og roynd.
Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka.
Mælt verður til at hava eina eyka troyggju at fara í ella okkurt at taka útyvir seg til styttri hvíldina.
Reglulig útinnan av yoga betrar um tilvitan, orku og vælveru í gerandisdegnum við at betra um m.a. blóðrensl, útreinsan, sodning, kropsburð og svøvn, styrkja vøddar, andadrátt og nervalag og minka um spenningar og strongd. Tað øktu kropsligu tilvitanina, kann tú taka við tær til aðra venjing og gerandisdagin sum heild.