Um meg
Eg eiti Marianna Vang Simonsen og eri útbúgvin ergoterapeutur, zoneterapeutur og yogalærari við breiðum áhuga og royndum í bæði traditionellum og alternativum hættum at styrkja og skapa javnvág kropsliga og sálarliga.
Mítt ynski er, at folk trívast og mennast í sínum gerandislívi og varveita lívsgóðsku sum longst.
Míni lyklaorð eru: “Rúm, ró og rytma.”
- At skapa rúm og ró til at vera egnari rytmu.
- At vitan gevur tilvitan og tilvitan gevur møguleika fyri at gera nakað við sína støðu.
- At sjálvt tað smáa ger stóran mun. “Less is more”.
Í november 2014 stovnaði eg fyritøkuna Javnvág, sum byggir á tey trý beinini yoga, zoneterapi og ergoterapi.
Navnið Javnvág er sprottið úr tí, at alt, sum eg fáist við leggur lunnar undir at skapa javnvág kropsliga og sálarliga og í gerandislívinum.
Yoga er eitt framúrskarandi amboð til at økja sína tilvitan og styrkjast sum heild.
Eitt amboð har tú kemur í samband við og virkar út frá egnari rytmu, og har tú hevur møguleikan at eygleiða og vera uttan at meta um og døma. Eitt frírúm og gott mótrák til samfelagið, har skjótleiki, avrik og effektivitetur er í hásætum.
Zoneterapi er ein viðgerðarháttur til at skapa javnvág og linna í kroppinum og harvið betra um heilsustøðuna og trivnaðin í gerandisdegnum.
Ergoterapi er eitt yrki har arbeitt verður við at stuðla fólki í at trívast og mennast í gerandislívinum í trá við tað, sum hevur týdning fyri tann einstaka.
Undir broyttum lívsumstøðum vegna sjúku og annað, kunnu ymiskar tillagingar gera, at tann einstaki framhaldandi kann hava eitt gerandislív við trivnaði og menning. Her verður serliga hugt at javnvágini ímillum eginumsorgan, arbeiðið og frítíð.
Ergonomi er eitt øki innan ergoterapi og er læran um menniskja í arbeiði. Hugt verður eftir samanspælinum ímillum menniskja, umhvørvið og uppgávuna, sum skal útinnast. Hendan læran hevur sera stóran týdning í mun til at fyribyrgja trupulleikar og skaðar, sum kunnu standast av arbeiði.
Starvsroyndir:
Síðan eg bleiv útbúgvin sum ergoterapeutur í 1999, havi eg havt drúgvar arbeiðs- og undirvísingarroyndir bæði innan eldraøki, psykiatri og ergonomi.
Zoneterapi havi eg arbeitt við síðani 2002 og havi hjálpt fólki við nógvum ymiskum avbjóðingum. Ein partur av viðgerðini er eisini at vegleiða og stuðla undir heilsufremjandi tiltøk, sum fólk sjálvi kunnu gera í mun sínar avbjóðingar.
Síðan 2011 havi eg undirvíst í yoga innan ymisk økir; og síðani 2014 hevur mín áhugi serliga verið at stuðla undir tað cykliska lívið hjá kvinnuni og tey stóru skiftini í kvinnulívinum herundir við barnsburði, eftir føðing (vaginalt og við keisaraskurði) og við skiftisárunum. Gjøgnum árini havi eg samstarva við ymisk fólk m.a. við afturvendandi retreati “Yoga og vandring” við Københavns Yoga og “Mandalatekning og yoga” við Bjørk Gudmundsen.
Í øllum mínum arbeiði kemur tann breiða vitanin frá ergoterapi, zoneterapi og yoga kundanum til góðar.
Útbúgvingar og skeið:
-
2023 Zoneterapi og akupressur, Barnløshed og graviditet, Sundhedsskolen Sjælland, Jeanette Bille Kjeldsen.
2022 SOLHEIM og Fysio Flow, Funktionel træning med fokus på Rectus Diastase og bækkenbunden, Danmark.
2021 Sans og Samling, Den Polyvagale Teori, Vagus nervens funktion, Tórshavn.
2020 TYN Total Yoga Nidra Teacher and Facilitator Trainer, Yoga Nidra Network, Uma Dinsmore-Tuli og Nirlipta Tuli, Keypmannahavn. -
2019 YOJO Efterfødselsyoga uddannelse, Maria Allingham og Anne Rugby, København
2019 YOJO Gravidyoga uddannelse, Maria Allingham og Anne Rugby, København. - 2019 Børnesundhedsvejler, Anette Straadt, Æblebørn, Danmark.
- 2017 Womb yoga, Uma Dinsmore Tuli, Keypmannahavn.
- 2017 Total Yoga Nidra immersion: Comparative & Creative Yoga Nidra Experiences, Uma Dinsmore-Tuli og Nirlipta Tuli, Keypmannahavn.
- 2017 Sleep Well with Total Yoga Nidra, Nirlipta Tuli.
- 2017 Total Yoga Nidra Online Foundation, Uma Dinsmore-Tuli og NCN Tuli.
- 2016 Den elastiske bækkenbund, Den intelligente krop, Herlev
- 2016 Workshop with Sarah Powers, Insight Yoga, Keypmannahavn.
- 2014 Shakti Teacher Trainer, Shakti Mentor, Womb yoga, Yogakompagniet, Keypmannahavn.
- 2012 Mindfulness Practitioner, Mindfulness Akademiet, Danmark.
- 2011 Certified Restorative Yoga Teacher 320 t., AURA Wellness Center, USA.
- 2010 20 g. Trykk, Stege Zoneterapi, Danmark.
- 2006 Babyzoneterapi og baby- og børnemassage, Helle Roed, Hobro.
- 2002 Ansigtszoneterapi, Institut for komplimentær behandling, Logos, Århus.
- 2002 FDZ-zoneterapi, Institut for komplimentær behandling, Logos, Århus
- 2001 Forflytningsvejleder, Bedriftssundhedstjenesten BST, Århus.
- 1999 Ergoterapeut Autorisation, Ergo- og fysioterapeutskolen, Århus.
Tænastur
SAMBAND
Send mær endiliga eini boð við brúk av frymilinum herundir. Eg svarið tær skjóstast gjørligt.