SKIFTISÁRINI - at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár

“Eg kann veruliga viðmæla øllum kvinnum at fara á hetta skeið. Menn høvdu ivaleyst eisini kunna lært nakað gott”


  • Hvørjar eru tær natúrligu broytingarnar, sum henda í kroppinum ígjøgnum árini upp til og í skiftisárunum?
  • Hvussu kanst tú fyrireika teg til hesar broytingarnar.
  • Hvussu kanst tú arbeiða við og ikki ímóti hesum broytingunum?
  • Hvussu kunnu skiftisárini fevna um stórar menningarmøguleikar við lívsgleði og trivnaði?
 
12/4-23 var eg í morgunsendingini og tosaði um Skiftisárini. Lurta á: https://kvf.fo/gmf?sid=155400
 

Merkir tú nakað til m.a. møði, at tola minni av, at vera meira nærtakandi, skjótari kenslu av strongd, skiftandi sinnalag, PMS, temperaturbroytingar og hitabylgjur, broyttan svøvn, órógv í svøvninum, broytta húð, turrar slímhinnur, bløðrubruðna-líknandi eyðkenni, høvuðpínu, migrænu, lið- og vøddapínu, hjartabankan, vektøking, heilatoku og “fuffy” heilaaktivitet?

 
Hetta kunnu vera tekin um natúrligar hormonellar broytingar.
 
Um tú tíðliga skilur natúrligu broytingarnar, sum spakuliga byrja mitt í 30′, kann tú betur stuðla kroppinum og síggja stóra virðið í broytingunum, soleiðis, at tú ikki allgoyst og fullkomuliga ófyrireika renir teg í skiftisárini, har menstratiónin ikki kemur meira, tá tú er uml. 49 – 52 ár.
 
Skeiðið er skipa við blíðum rørslum, andavenjingum, framløgu, reflektión, stillum kropsstøðum og djúpari hvíld, sum eru stuðlandi í skiftistíðini. Dentur verður lagdur á at fata vitan gjøgnum kroppin, og at tíð er til at venda uppmerksemið inneftir og at merkja seg sjálvan.
 

Skeiðið er til tín, sum er “forvitin”, til tín sum merkir smærri broytingar og til tín sum merkir størru broytingar. Til tín, sum hevur bløðingar og tíl tín, sum ikki hevur bløðingar longur.

Viðmæli

Randi Durhuus
Read More
Eri glað fyri at eg fór, tí skeiðið var bæði upplýsandi, gevandi, deiliga róligt, leskiligt og hugnaligt. Harafturat gav tað mær ymiskt at hugsa um 🙂
Bergtóra Høgnadóttir
Read More
Well altso….’skeið um skiftisár’. Fór á skeið við eitt sindur ambivalentum hugburði. Áhugavert, men kanska eitt sindur ov nógv av tí góða?” hugsaði eg áðrenn. Men tað veit denninar: “Eg kann veruliga viðmæla øllum kvinnum at fara á hetta skeið. (Menn høvdu ivaleyst eisini kunna lært nakað gott). Fekk svar upp á nógvar spurninngar og lærdi ein hóp. Ì nærverandi, tryggum og góðum kørmum.Tú ert ófør og dugir so væl, at skapa ein góðan anda, Marianna. “Takk…frá várkvinnu 😉
Petra Olsen
Read More
Eg havi veriđ til eitt skeiđ hjá Marionnu um skiftisárini hjá kvinnum. Eg lærdi nøkur góđ øvilsir, harumframt lærdi eg eina rúgvu um kropp, kenslur og kvinnur. M.a. um, hvussu ringrásin hjá kvinnuni og náttúruni eru spegilsmyndir hvør av øđrum. So sera áhugavert. Hetta er eitt skeiđ, sum eg vil viđmæla:).
Hansina Dahl
Read More
Skeiðið um skiftisárini er sera gott og hent hjá øllum kvinnum at taka. Eg kenni meg takksaman fyri vitanina, eg fekk frá Marionnu. Havi í veruleikanum størri virðing fyri egnum kroppi aftaná skeiðið, tí við nýggju vitanini fekk eg tættari samband við hann. Marianna dugir einastandandi væl at undirvísa, og so servererar hon alvorliga lekkurt ábit til hetta skeiðið:).
Previous
Next

Send ein fyrispurning

Til ber at umbiðja skeiðið t.d. til bindiklubbar o.a.

Kurvin