Pinkubørn og børn
Zoneterapi til pinkubørn kann gevast á føturnar hjá pinkubarninum ella á føturnar á mammuni, ímeðan pinkubarnið liggur á mammuni.
Hetta tí, at sambandið ímillum mammu og barn er so sera tætt teir fyrstu mánaðarnar eftir barnsburð. Tað er sum um kropparnir enn eru eitt, sum um, at barnsburðurin heldur áfram, bara uttaná.
Viðgerðin til pinkubørn og børn er sera mild og kann gevast, so skjótt barnið er føtt.
Zoneterapi virkar sera væl ímóti m.a. óró, manglandi trivnaði, spenningum, afturvendandi eygnabruðna, vatn á oyrunum og avbjóðingum við sodning av ymsum slag m.a. órógvan, luft, krampa og forstoppilsi.
Tá pinkubarnið fær viðgerð á bein og føtur, kann barnið liggja á bríkini, ella sita hjá mammani ella pápanum ella øðrum avvarðandi, sum er við. Barnið kann undir viðgerðini fáa bróst ella føðslu á annan hátt.
Eg havi gjøgnum árini havt nógvar barnaføtur í mínum hondum við sera góðum virknaði. Tær minstu pinkubarnaføturnar hava verið 6 dagar gamlar, so bíða ikki, um barnið ikki trívist
Tað er ymiskt, hvussu nógvar viðgerðir skulu til.
Mælt verður til at geva pinkubørnum viðgerð tvær fer um vikuna. Longdin á viðgerðini er upp til 20 min.
Reaktiónin av viðgerðini kann vera, at støðan versnar fyrsta døgnið fyri síðani at batna aftur.
Um barnið hevur febur, er sjúkt ella júst er vaccinera, verður bíða til feburin hevur lagt seg, og tú vanliga hevði fari út við barninum. Við vaccinu verður bíða nakrar dagar til ein viku.
Tá barnið er sjúkt ella júst er vaccinera, hevur kroppurin nokk at gera við at taka sær av hesum, og skal tá bara hava frið.