MIÐAL YOGA – fyri nakað roynd
Tímin byggir á eina sameining av klassiskum Hatha yoga, bleytum og flótandi rørslum og hvílandi yogastøðum.
Á ymiskan hátt verður arbeitt við andadráttinum, samansettum rørslum, kropsstøðum, javnvág og djúpari hvíld. Orð verða sett á sameiningina millum kokubotn, rørslur og andadrátt. Í tímanum verður ymiskur útbúnaður brúktur so sum yogapúta, kubbið, beltið, teppið og eygnapúta.
Lyklaorðini eru rúm, ró og nærvera við serligum atlitið til ta natúrligu rútmuna og orkuna hjá tí einstaka.
Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at hann hevur færri grundleggjandi frágreiðingar til yogarørslurnar og er nakað meira kropsliga krevjandi enn lætt yoga. Eru rørslur, sum tú ikki kann útinna, ber altíð til at tillaga rørslurnar og yogastøðurnar.
Tað verður vænta av tær, at tú kennir nøkurlunda grundleggjandi til yoga, kropp og andadrátt. Tað kann væl vera, at mín vegleiðing til yoga er nakað annarleiðis enn tað, sum tú kennir til. Lat teg ikki ørkymla av tí. Tað er ymiskt, hvussu tilgongdirnar til yoga, kropp og andadrátt eru.
Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka.
Mælt verður til at hava eina eyka troyggju at fara í ella okkurt at taka útyvir seg til styttri hvíldina, møguliga eisini einar ullintar hosur.
Reglulig útinnan av yoga betrar um tilvitanina, orkuna og vælveruna í gerandisdegnum ígjøgnum betran um blóðrensl, ilting, sodning, útreinsan og svøvn. Eisini styrkir hon um andadráttin, vøddar og nervalag og minkar um spenningar og strongd.
Øktu kropsligu tilvitanina, kanst tú taka við tær til aðra venjing og gerandisdagin sum heild.
Tað, sum hevur stórstan týdning í tilveruni, er tað, sum hendir uttanfyri yogamottuna.
Yogamottan er eitt “pit stop” í gerandidegnum, ein stutt vitjan, har tú heilsar uppá, gevur gætur og stillar ljóðførið.
Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn
Skeið á 3 vikur frá 19. aug til 2. sept.
MÁNADAGAR kl. 18.05 – 19.30
Kostnaður: Kr. 420,-
Skeið á 11 vikur frá 30. sept. til 9. des.
MÁNADAGAR kl. 18.05 – 19.30
Kostnaður: Kr. 1540,-