MAMMUYOGA VIÐ PINKUBØRNUM
Mammuyoga við pinkubørnum er bæði eftirføðingaryoga til tín sum mamma og zoneterapi og sansastimbran til barnið.
Skeiðið er bæði til tín, sum hevur átt vaginalt og eisini sera vælegna til tín, sum hevur átt við keisaraskurði.
Tú kann luttaka frá uml. 6 – 8 vikur eftir føðing og fram til at barnið er í grulvialdri. Við keisaraskurði frá uml. 10 – 12 vikur eftir føðing.
Á ein mildan hátt verður arbeitt við at fevna um broytingarnar í kroppinum eftir barnsburð og føðing ígjøgnum andavenjingar, kropsligar venjingar og djúpari hvíld, sum styrkja og stuðla kropsliga og sálarliga.
Serligur dentur verður lagdur á at fáa tað heilt grundleggjandi samstarvið ímillum andadráttin, kokubotnin, teir innaru búk- og ryggvøddarnar og bøllarnar aftur í lag. Hetta gera vit m.a. við at økja kropsligu tilvitanina um tann góða kropsburðin í gerandisrørslum sum heild.
Til barnið gera vit zoneterapi á føtur og lør, har tú lærir at stimbra og stuðla sodning, hvíld, immumverju og linnan við tannframbrotið.
Sum luttakari hevur tú atgongd til privatan bólk á facebook, har m.a. góð ráð og venjingar eru tøkar.
Viðmæli
Melda teg til her
ella keyp beinleiðis niðanfyri
Mammuyoga við pinkubørnum er eisini sera vælegna, um tú hevur átt við keisaraskurði.
Skeið á 6 ferðir:
Mánadag 11/11 – kl. 14.00 – 15.30
Fríggjadag 15/11 – kl. 10.00 – 11.30
Fríggjadag 22/11 – kl. 10.00 – 11.30
Mánadag 25/11 – kl. 14.oo – 15.30
Fríggjadag 6/12 – kl. 10.00 – 11.30
Fríggjadag 13/12 – kl. 10.00 – 11.30
Kostnaður: Kr. 1200,-
Stað: Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn