Ein leskiligur og hitandi drykkur í kuldanum. Hetta er mammu’sa heimagjørda “svimjukonute”, sum hevur hita mong havdippingar hjørtu á Sandagerði <3
Í ár gjørdi mamma okkum hendan drykk at leska okkum við aftaná yoga í desembur saman við Marionnu’sa nøtublandi.
Angin gav jóladám í rúminum og yvirbráið var “Uuummmmm”
Mammu’sa svimjukonute:
3/4 l. av vatni
1 heil kanelstong
1 petti av ráum ingiferð
10 heil kardamummuhylki – knúst eitt sindur
3 stjørnuanis
10 – 15 heilar nelikar
1 – 3 leimbløð – geva sitrónsmakk og líkjast lavrberjabløðum
Lyle’s Golden Syrup ella annað søtievni eftir tørvi.
Innihaldið verður kóka upp, stendur í umleið 1/2 tíma av kókiplátuni og síðani verður eitthvørt søtievni lati útí eftir tørvi.
Mamma brúkar “Lyle’s Golden Syrup” at søta við.
Marionnu’sa nøtubland:
1 posi av mandlum
2 posar av valnøtum
1 posi av heslinøtum
1 posi av paranøtum
1 posi av tranaberum
1 posi av lakress dadlum – hvør dadla verður klipt sundur í 3-4 petti
1 tsk. lakresspulvur – eingilsk lakris pulvur frá Natur Drogeriet
1 tsk. kanelpulvur – ekta kanel frá Urtekram
Nøturnar, tranaber og sundurskornar dadlur verða ristar saman í einum ílati. Lakress- og kanelpulvur verða stroydd omaná og alt verður aftur rist saman.
Til bæði svimjukonuteið og nøtublandingina kann tú seta smakkir – kryddarí, nøtir og ber saman eftir egnum smakki.