Klassisk á føtur
Klassisk zoneterapi á føtur er tann mest kenda og brúkta viðgerðin av zoneterapi í okkara partin av heiminum.
Á fótunum og leggunum eru ávísar øki (reflekszoner), sum svara til ymiskar partar og skipanir í kroppinum.
Harafturat er eitt orkurensl (meridiansystem) í kroppinum, sum líknandi við blóðrenslið rennur ígjøgnum allan kroppin. Tær ávísu leiðirnar, ið orkurenslinum rennur ígjøgnum (meridianbaner), eru eisini bundnar at ymiskum pørtum og skipanum í kroppinum.
Við ymiskari handaligari trykkávirkan á økini á fótunum og punktir, sum orkurenslið rennur ígjøgnum, fæst sostatt ein ávirkan á samsvarandi partar og skipanir í kroppinum.
M.a. fer ofta at rumla í búkinum, tá arbeitt verður við sodningarskipanini á fótunum, og andadrátturin verður ofta tyngri og djúpari, tá arbeitt verður við tí hvílandi skipanini á fótinum.
Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Er tørvur á eini samanhangandi viðgerðargongd verður mælt til, at uml. 7 dagar eru ímillum tær fyrstu fýra viðgerðirnar. Tað kann vera ymiskt, hvussu nógvar viðgerðir tørvur er á.