Fountainhúsið - Kroppur og Andadráttur
Síðani september 2014 hevur Marianna havt skeiðsvirksemið “Kroppur og andadráttur” fyri limum í Fountainhúsinum.
Marianna er útbúgvin ergoterapeutur, yogalærari og zoneterapeutur og hevur drúgvar royndir innan psykiatri frá Psykiatriska deplinum á Landsjúkrahúsinum.
Á skeiðinum verður dentur verður lagdur á tryggleika, og at tú verður møtt/ur júst, sum tú er.
Tær nýtist ongan forkunnleika at hava fyri at kunna luttaka og blíðu rørslurnar verða tillagaðar tínum kroppi.
Sálarligar avbjóðingar kunnu mangan merkjast í kroppinum og andadráttinum, sum m.a. kenslan av at hava mist sambandið, at flóta út, bara at vera í høvdinum og at stívna og frysta. Kropsligar kenslur sum m.a. kunnu vera ein forðing fyri at føla seg tryggan og uppliva ein virknan og meiningsfullan gerandisdag.
Endamálið við skeiðinum er at stuðla undir:
- tilvitan um sambandið millum kroppin og andadráttin
- kropsliga og sálarliga uppliving av miðsavnan og jarðfesti
- at kopla úr og bara vera til staðar í løtuni
- avspenning og djúpa hvíld
- tolsemið og viðurkenning av sær sjálvum
- at fáa amboð at nýta í gerandisdegnum fyri at lætta um og megna gerandisdagin betur
Hvør tími inniheldur grundleggjandi andavenjingar, blíðar kropsligar rørslur bæði standandi, sitandi og liggjandi, avspenning og djúpa hvíld.
Luttakararnir hava mangan stóra gleði av hvørjum øðrum, og tað er áhugavert at uppliva, at ein ofta ikki er einsamøllur um ávísar kropsligar kenslur og avbjóðingar. Rúm er fyri at taka ávísar gleðir og/ella avbjóðingar upp, soleiðis at lærast kann av royndunum hjá hvørjum øðrum.
“Kroppur og andadráttur” stuðlar tí væl undir endamálið hjá Fountainhúsinum, sum er at menna førleikar og styrkir hjá teimum, ið ynskja sær eitt meira meiningsfult og virkið lív.
Viðmæli
Mikudagar kl. 10.00 – 11.00
í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn
Eftir avtalu við Fountainhúsið ber til at luttaka í “Kroppur og andadráttur”.
Samband við Fountainhúsið fæst á tel. 310012 og 288012.