ERGONOMI
Hvat er ergonomi?
Ergonomi er læruna um menniskja í arbeiði. Læran um samanspælið ímillum menniskja, arbeiðsumhvørvið og arbeiðsuppgávuna.
Hví er áhugavert at tosa um ergonomi í arbeiðslívinum?
Tilvitan um og brúk av læruni um ergonomi hevur stóran týdning fyri at fyribyrgja niðurslítan og skaðar, sum kunnu standast av arbeiði. Ynski er, at menniskja varveitir arbeiðsevnini og lívsgóðsku sum longst.
Um fólk hava fingið avbjóðingar ella skaða av arbeiði, kann arbeiðið oftast broytast og ella tillagast soleiðis, at tey megna tað aftur og afturstig kunnu fyribyrgjast.
Hevur kroppurin fyrst fingið eina avbjóðing ella skaða, er vandin størri fyri, at hetta vendur aftur.
Ergonomi fevnir sera breitt, og tað er tí av týdningi, at málbólkurin er rættiliga greiður, fyri at fáa júst tað vitan, sum hóskar til ein ávísan málbólk.
Tað er sera ymiskt, hvat fokus er á, og hvørji krøv verða sett í mun til ergonomi, og tað liggur eitt stórt arbeiðið fyri framman, áðrenn ergonomi er ein nátúrligur partur av arbeiðislívinum í Føroyum.
Mín tilgongd til ergonomi er:
At stuðla undir, at tú verða tilvitað/ur um týdningin av grundleggjandi vitan og lógum um kroppin, og ta ávirkan umhvørvið og arbeiðshættir kunnu hava á júst tín kropp.
Við nýbygging, nýinnkeypi og nýinnrættan av arbeiðsumhvørvi og við tilrættisleggjan av arbeiði er av stórum týdningi at verða tilvitað/ur um hesa grundleggjandi vitan.
Míni lyklaaorð eru, at “Vitan gevur tilvitan”, og “Sjálvt smáar broytingar kunnu gera stóran mun”.
Økir: Skrivstovuumhvørvið, heimaarbeiðsplássið, dagstovnar, eldaraøki, hárfríðkan o.a.
Kostnaður:
Tilboð verður veitt eftir ynsktari tænastu.