Nýggjársyoga 2024 – Hugleiðing um myrkur í myrkrinum <3
Nú siti eg við einum temunni í myrkrinum og friðinum á ársins fyrsta degi og hugleiði um myrkur í myrkrinum aftaná eitt ótrúliga kalt, klárt og vakurt nýggjárskvøld.
Nýggjársyoga 30/12-24 var nakað heilt serligt, tí ikki nokk við, at tað lá í myrkasta vetrinum og í djúpstu útandingini og samantrekkingini á árinum. Tað lá eisini í síðstu tendringini í árinum, myrkasta mánanum á himmalinum og í tí djúpstu kosmisku útandingini og samantrekkingini í árinum.
So alt í alt ein eyka útanding í útandingini, eitt eyka myrkur í myrkrinum og ein eyka samantrekking í samantrekkingini, áðrenn eitt nýtt ár, ein nýggj innanding, meira ljós og útvíðkandi orka stillisliga vendir aftur.
Ein endi og ein nýggj byrjan, og fyri nøkur ein endi á hesi jørð og ein nýggj byrjan hinumegin. Deyðan koma vit ikki uttanum. Eg hugsi, at við hesi sterku útanding og samantrekking, skulu tey sleppa, sum natúrliga eru komin hartil, og fyri nøkur, at tey endiliga verða stuðlað til tað í hesi kosmisku útanding. Ein tanki, sum eg haldi er sera vakur, nú eg dvølji í myrkrinum og kenni ikki minni enn fimm familjur, sum hava sagt farvæl til ein av teirra kæru gomlu her um jólini.
Tað hava verið ikki minni enn 19 andlát millum 22. og 31. desembur í 2024. Hetta hugsi eg er nógv, hóast eg slettis ikki veit, um tað er eitt vanligt tal júst hesar dagar á árinum. Í øllum førum eru tað nógv gomul fólk, sum natúrliga anda út við vetrarútandingini.
Vit kunnu eygleiða náttúruna og skilja, at soleiðis sum náttúran er skipað, soleiðis er vit eisini skipað, og í vetrinum endurspeglar náttúran hvíld, frið og føðslu.
Vit hava brúk fyri bæði ljósinum og myrkrinum, og í hesu myrku tíð kunnu vit heiðra virðið í tí at vera, at vera og at dvølja heilt ómakasleyst og uttan stríð. Veturin kann hjálpa okkum at trekkja orkuna inn og niður, langt niður í røturnar til okkara uppruna og natúrligu rútmu undir yvirflatuni, sum eitt fræ, sum búnast djúpt niðri í jørðini. Her sigur Piet Hein so fittliga, at vit kunnu læra av trøunum og búnast í ró.
Hetta er ein góð tíð til at hugleiða um árið, sum farið er. Um hvørjar lívsroyndir, gleðir og sorgir lívið hevur givið okkum, um hvat vit taka við okkum av smáum og stórum, og um hvat vit legga frá okkum. Møguliga er okkurt, sum hevur tænt okkum væl ígjøgnum lívið og árið, sum vit kunnu takka fyri og við virðing og eymleika leggja eitt stað í frið inni í okkum ella leggja frá okkum.
Til nýggjársyoga havi eg fingið íblástur av tí írska, sum hevur nógvar vakrar siðir í tí at fagna ársins-, náttúrunnar og lívsins gongd. Her gera vit ein sirkul, sum eina ímynd av árinum og lívinum, og vit tendra hvør í sær eitt ljós at seta í sirkulin. Eitt ljós, sum eina ímynd av okkara innara ljósi, sum vit kunnu stuðla okkum til, og sum verjir og heldur okkum uppi í myrkrinum.
Hvør í sær lýsa vit, og í felag lýsa vit meira, so at ljósið røkkur út um okkum sjálvi og inn í ljósið hjá hvørjum øðrum. Gávan í hesum er, at vit eisini kunnu lýsa fyri hvørjum øðrum, um okkara egna ljós ikki lýsur so bjart.
Vit kunnu her í ljósinum leggja til merkis eitt møguligt fræ, sum als ikki er klárt til at blóma enn. Eitt fræ, sum liggur og hevur góða tíð, og sum hevur allan veturin til at hvíla, nørast og búnast í.
Tann kaldi veturin og hvíldin eru týðandi fortreytir fyri búningina. Tann kaldi veturin har einki tykist at henda, og har tað tó hendir so avbera nógv. Nemliga alt tað, sum ikki er sjónligt fyri eyga, og sum hevur altstóran týdning fyri, at plantur og avgrøði kunnu spíra og standa í fullum blóma, tá tíðin er búgvin til tað.
So í tí heilt smáa og ómakasleysa:
“Hvat tørvar títt ljós, fyri at kunna glógva og lýsa?”
“Hvat nørir títt fræ djúpt har inni í myrkrinum?”
Í okkara samfelag hava vit so stóran tørv á at læra at lena okkum inn í hesa so sera nørandi vetrarorkuna. Vit hava so stóran tørv á hvíld, friði og uppbyggjandi føðslu. Ert tú fertil kvinna við eggloysn, so er gávan, at tú í hvørjum mánaði við bløðing heilt natúrliga kann hvíla í hesi nørandi vetrarorkuni. So set ferðina niður og gev tær tíð til hvíld og nøring hesa tíðina.
Ert tú ein kvinna uttan eggloysn og bløðing ella ein maður, so legg hesa vetrarhvíldina inn við tendringina.
Til nýggjársyoga nevndi eg eisini “Omen days”, sum er en gamal siður, har teir 12 dagarnar frá 26. des. til 6. jan. verða sæddir sum tíðin, tá einki hendir. Tíðin uttanfyri tíðina, har tíðin stendur still, og vit enn ikki hava førka okkum inn í tað nýggja ári. Í mun til andadráttin ber til at samanlíkna hesa tíðina við steðgin, sum er beint eftir, at útandingin er liðug. Eitt sera stabilt og stilt stað, sum er, áðrenn innandingin byrjar.
Her verða 12 dagar brúktir til dagliga at fara út ein túr, steðga á og varnast tað, sum spontant kemur fram av kenslum og tankum. Tað kann vera av tí ein sær, hoyrir og leggur merki til á vegnum. Hetta ber til at skriva niður, tekna ella á onkran hátt føra í bók.
Tað sum eygðkennir dagin, sigst at boða frá tí, sum kemur at eyðkenna mánaðarnar í komandi árinum, har dagur eitt boðar frá januar, dagur tvey frá februar og so framvegis.
Um nakað hald er í hesum ella ikki, skal eg ikki stilla meg sum talskvinnu fyri. Tó, so hugsi eg, at hetta kundi verið ein góður møguleiki fyri dagliga at komið út og fingið fríska luft, at steðga á og sansa og varnast náttúruna og tað, sum rørir seg har og inni í einum sjálvum, áðrenn nýggja árið og innandingin av álvara byrjar aftur.
Við hesum vil eg ynska tykkum øllum alt tað besta í tí nýggja árinum og góða hvíld í myrkrinum <3
Í 2025 vil eg varpa meira ljós á tað sykliska í kvinnulívinum.
Eitt skeið verður um skiftisárini – tíðarskeiðið “perimenopause” og “menopause”.
Hetta skeiðið verður á 5 tímar deilt yvir tveir dagar.
24. januar kl. 9.00 – 11.30 hyggja vit eftir skiftisárunum við vesturlendskum brillum og 31. januar kl. 9.00 – 11.30 við eysturlendskum brillum. Vit koma inn á broytingar sum henda, og hvussu vit kunnu stuðla hesum við lívsstíli, kosti og venjingum.
Nærri kunning kemur seinni, men tú kann longu nú skriva teg upp, um tú er áhuga.
Síðani kemur eitt annað spennadi skeið á 10 tímar.
Yvir 4 fríggjadagar kl. 9.00 – 11.30 koma inn á árstíðirnar í okkara mánaðarligu syklus, og hvussu vit kunnu skráseta skiftini í orkuni ígjøgnum eina menstratiónssyklus, ella ein mánaða, um tú ikki hevur menstratión.
Vit koma inn á, hvussu vit kunnu tillaga gerandislívið eftir skiftandi orkuni, og hvussu vit kunnu stuðla skiftunum við lívsstíli, kosti og venjingum.
28. februar er tendring og myrkasti máni. Her viðgera vit vetrarorkuna og bløðing.
7. mars viðgerða vit várorkuna.
14. mars er fullmána og full sól. Her viðgerða vit summarorkuna og eggloysn.
21. mars viðgerða vit heystorkuna.
Nærri kunning kemur seinni, men tú kann longur nú skriva teg upp, um tú er áhuga.