BARNAKONUYOGA
At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða kvinna og mamma.
Fyri flestu kvinnur er hetta leiðin til eitt tað mest sárbæra skiftið í kvinnulívinum. Eitt skiftið, sum rúmar flest broytingar í síni heild bæði kropsliga, sálarliga og mentalt. Broytingar, sum kunnu skapa nógvar ymiskar kenslur m.a. bæði takksemið og gleðið og sorg og ótta.
Til barnakonuyoga verður dentur lagdur á:
- eitt trygt og stuðlandi umhvørvið
- at fevna um broytingar – kropsliga og sálarliga í viðgongutíðini
- at lurta eftir og líta á kroppin og tað, sum tú kennir á tær, tað kvinnuligu intuitiónina
- tilvitan um broyttan kropsburð í viðgongutíðini
- andadrátt, kropsligar rørslur og djúpa hvíld, sum styrkja og stuðla tær í viðgongutíðini, til føðingina og eftir føðingina – óansæð, um tú eigur vaginalt ella við keisaraskurði
- pláss til at deila kenslur, upplivningar og royndir
Barnakonuyoga er meira og annað enn góðar kropsligar rørslur.
Barnakonuyoga er “feel good yoga” og snýr seg í stóran mun um sambandið við kroppurin í viðgongutíðini og nýggja lítla barnið, sum er í vøkstri. Hetta er tíðin, har tú er “ból og bitið” fyri barn títt.
Kjarnan er at fevna um broytingarnar og at skapa rúm, ró og nærleika til tað, sum ER í og rundan um okkum.
Tú nýtist ikki at kenna til yoga fyri at luttaka, og tú kann luttaka frá viku 14 og fram til barnsburð.
Sum luttakari hevur tú atgongd til ein loyniligan bólk á facebook “Barnakonuyoga hjá Javnvág” har, ið ymiskt viðkomandi fyri barnakonur verður deilt.
Lyklaorðini eru rúm, ró og nærvera við serligum atlitið til ta natúrligu rútmuna og orkuna hjá tí einstaka.
Tímin byggir á eina sameining av klassiskum yogastøðum og meiri flótandi rørslum og renslið til búkholu og kokubot. Harafturat verður tann hvílandi skipanina í kroppinum, sum gevur ró og endurnýggjan av orku, stuðla.
Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at bæði óroynd sum roynd kunnu luttaka.
Sum nýbyrjari leggur tú dent á rørslurnar og hugsar ikki so nógv um andadráttin. Sohvørt tú fær fleiri royndir koma kropsligu rørslurnar at fylgja tíni egnu nátúrligu rútmu í andadráttinum. Hetta kann taka nakað av tíð, so lat teg ikki ørkymla av tí.
Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka.
Mælt verður til at hava eina eyka troyggju at fara í ella okkurt at taka útyvir seg til styttri hvíldina, møguliga eisini einar ullintar hosur.
Reglulig útinnan av yoga betrar um tilvitanina, orkuna og vælveruna í gerandisdegnum ígjøgnum betran um blóðrensl, ilting, sodning, útreinsan og svøvn. Eisini styrkir hon um andadráttin, vøddar og nervalag og minkar um spenningar og strongd.
Øktu kropsligu tilvitanina, kanst tú taka við tær til aðra venjing og gerandisdagin sum heild.
Tað, sum hevur stórstan týdning í tilveruni, er tað, sum hendir uttanfyri yogamottuna. Yogamottan er eitt “pit stop” í gerandidegnum, ein stutt vitjan, har tú heilsar uppá, leggur merki til og stillar ljóðførið.
Mikudagar kl. 18.15 – 19.30 í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn
Um tú hevur termin í skeiðstíðini, verður persónlig avtala gjørd viðvíkjandi gjaldi.
Skeið á 3 vikur frá 21. aug. til 4. sept.
Kostnaður: Kr. 450,-
Skeið á 5 vikur frá 2. okt. til 30. okt.
Kostnaður: Kr. 750,-
Skeið á 6 vikur frá 6. nov. til 11. des.
Kostnaður: Kr. 900,-