simun

Lekkur skuffukøka við súreplum, rosinum og kanel og uttan sukur, mjøl og mjólkaúrdráttir.

Tá eg baki og geri mat brúki eg ofta onkra grunduppskrift, sum eg blandi við onkrum mær dámar. Tað lidna úrslitið líkist tí ikki altíð “heilt” tí upprunaligu útgávuni. Tíverri havi eg onga mynd av hesi útgávuni. Soleiðis varð eisini við hesi banankøkuni, sum er vorðin til eina súreplakøku og eina perukøku við vaniliu, kanel […]

Lekkur skuffukøka við súreplum, rosinum og kanel og uttan sukur, mjøl og mjólkaúrdráttir. Les meira »

Mammu’sa svimjukonute og Marionnu’sa nøtubland :)

Ein leskiligur og hitandi drykkur í kuldanum. Hetta er mammu’sa heimagjørda “svimjukonute”, sum hevur hita mong havdippingar hjørtu á Sandagerði <3 Í ár gjørdi mamma okkum hendan drykk at leska okkum við aftaná yoga í desembur saman við Marionnu’sa nøtublandi. Angin gav jóladám í rúminum og yvirbráið var “Uuummmmm”  Mammu’sa svimjukonute: 3/4 l. av vatni

Mammu’sa svimjukonute og Marionnu’sa nøtubland :) Les meira »

Ársins stytsti dagur og longsta nátt 2019

Á ársins stytsta degi og longstu nátt – vetrarsólstøðu, sat eg og skrivaði tíðindabræv og takkaði fyri sýndan áhuga, luttøku og íblástur hjá Javnvág gjøgnum árið. Eg eri sera takksom fyri at kunna menna virksemið mítt saman við mínum viðskiftafólki og gleði meg til eitt nýtt ár við nýggjum møguleikum.

Ársins syklus var júst komin heilt til endan av útandingini. Til steðgin har einki tykist at henda, hóast at tað í myrkrinum og í tí stilla og tigandi hendir nógv. Har tú ER og ikki GER, og í friðinum leggur til merkis og møtir tí, sum ER og talar til tín frá hjartanum, tí sum hevur týdning. Slettis ikki tí, at tað altíð er so lætt. Hetta er tíðin til at samla orku og vera í híð. At vaksa í javnvág ímillum at VERA og GERA.

Ársins stytsti dagur og longsta nátt 2019 Les meira »

Kurvin