Á andlit
Zoneterapi á andlit er ein viðgerðgerðarháttur, sum Lone Sørensen hevur ment út frá fleiri ymiskum háttum at fremja javnvág í kroppinum. Hættir, sum finnast ymsa staðni í verðini m.a. hjá indianarum í Suðuramerika.
Við ymiskari handaligari trykkávirkan verður kroppurin ávirkaður ígjøgnum øki (reflekszoner), akupunkturpunktir og nervareflekspunkir, sum svara til ymiskar partar og skipanir í kroppinum.
Andlitzoneterapið er sera vælegna til tín, sum ikki ynskir viðgerð á føturnar.
Viðgerðin virkar, sum við klassiskari zoneterapi, á allan kroppin.
Andlitzoneterapi er sera vælegna til avbjóðingar mentalt, sálarliga og nervasjúkufrøðiliga. Hon skapar m.a. ró og linnan í neva- og hormonskipanina við óró í kroppinum, svøvnavbjóðingum, strongd og sorg.
Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá tí einstaka.
Er tørvur á eini samanhangandi viðgerðargongd verður mælt til, at uml. 7 dagar eru ímillum tær fyrstu fýra viðgerðirnar.
Tað kann vera ymiskt, hvussu nógvar viðgerðir tørvur er á.