Heystyoga fríggjadagin 6/11-26, kl. 9.00 -11.00 :)

300,00 kr.

Evnið: Vælkomin til heystyoga.

Dato: Fríggjadagur 6/11-26, kl. 9.00 -11.00.

Stað: Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, 100 Tórshavn.

Luttakaratal: Í mesta lagi 12 luttakarar.

Undirvísari: Marianna Vang Simonsen, yogalærari, zoneterapeutur og ergoterapeutur við serligum áhuga fyri virðunum í teimum syklisku gongdunum í kroppinum og náttúruni.

Við í prísinum er: Øll útgerð til tíman og te, frukt og nøtir. Um tú ynskir at hava tína egnu yogamottu við, teppi ella pútu, so er tú vælkomin til tað.

Klæðir: Okkurt, sum er behagiligt hjá tær at vera í, ikki strammar, og sum tú kann halda hitanum í. Fleiri løg eru ofta ein góð loysn við eyka troyggju og hosum. Hitin í kroppinum hækkar, tá vit gera rørslur og fellur, tá vit ligga í djúpari hvíld.

Fyri at luttaka nýtist tær ongan forkunnleika at hava til yoga.

Availability: 12 á goymslu

Vørubólkur:

Árstíðarhjólið hevur snarað, og heystið hevur nú rættiliga tikið dik á seg. 🍂

Heystið bjóðar okkum at seta ferðina niður, heysta og lata fara.

Hendan fyrrapartin fara vit at hugsavna okkum um heystið og ta broyting, sum árstíðin ber við sær.

Ígjøgnum andadrátt, lættar rørslur, yogastøður og djúpa Yoga Nidra-hvíld lata vit heystkroppin finna ró og njóta eina stund við nærveru, umsorgan og vælveru. 🍂

Shopping Basket