Eru ivamál ella spurningar so send ein fyrispurning á javnvag@javnvag.fo ella ring á 516699.
Mammuyoga við pinkubørnum er bæði til tín sum mamma og til barnið.
Serligur dentur verður á tað heilt grundleggjandi samstarvið ímillum andadráttin, kokubotnin, teir innaru búk- og ryggvøddarnar og bøllarnar.
Skeiðið er tí sera vælegna bæði til tín, sum hevur átt við keisaraskurði, og til tín, sum hevur átt vaginalt.
Tú kann luttaka frá uml. 6 – 8 vikur eftir vaginala føðing og við keisaraskurði frá uml. 10 – 12 vikur eftir føðing og fram til at barnið er í grulvialdri.
Á ein mildan hátt verður arbeitt við at fevna um broytingarnar í kroppinum eftir barnsburð og føðing ígjøgnum andavenjingar, kropsligar venjingar og djúpari hvíld, sum styrkja og stuðla kropsliga og sálarliga. Harafturat verður arbeitt við at økja kropsligu tilvitanina um tann góða kropsburðin í gerandisrørslum sum heild.
Til barnið gera vit zoneterapi á føtur og lør, har tú lærir at stimbra og stuðla sodning, hvíld, immumverju og linnan við tannframbrotið.
Sum luttakari hevur tú atgongd til privatan bólk á facebook, har m.a. góð ráð og venjingar eru tøkar.

