Tín mánaðarliga cyklus – tín innari vegleiðari

Skeið á 4 tímar har vit fara í dýbdina við evninum:
 
Tann cykliska kvinnan – tín mánaðarliga cyklus, tín innari vegleiðari.
Skeiðið er til tín, sum hevur áhuga í styrkini í teimum nørandi kvinnuligu eginleikunum, sum búgva í okkum, í ringrásini hjá mánanum, rútmuni í teimum fýra árstíðunum og tíni mánaðarligu cyklus, teimum innaru árstíðunum og í tí heilt natúrliga og givna samanhanginum í hesum. 
 
Lær at kenna ymisk tekin frá kroppinum, sum tín innara vegleiðara og lær at arbeiða við og ikki ímóti hesum natúrligu kropsligu og sálarligu skiftunum, sum eru gjøgnum eina cyklus.
 
  • Hvussu kann tú brúka tekin frá kroppinum sum tín innara vegleiðara?
  • Hvussu kann tú møta og arbeiða við og ikki ímóti hesum natúrligu skiftunum – kropsliga og sálarlig gjøgnum mánaðin, árið og lívið?
  • Hvussu kann tú nøra og kveikja kvinnukroppin og tínar kvinnuligu eginleikar?
 
Sum eg upplivið tað, so hellur virðismetingin av eginleikum í okkara samfelag sera nógv til tað sokallaða maskulina, liniera, rationella, effektiva, málrættaða, sjónliga og tað “at gera”. Hetta eru góðir eginleikar, og tó, uttan at hava teir sokallaðu kvinnuligu eginleikarnar við skapast ikki ein javnvág í vágskálini. Teir kvinnuligu eginleikarnir so sum tað cykliska, intuitiva, bleyta, flótandi, kreativa, umfevnandi, ósjónliga og tað “at vera”.
 
Úrslitið av slíkari ójavnvág merkist hjá nógvum kvinnum m.a. við innari spenningum, møði, PMS-eyðkennum, avbjóðingum við svøvni, hormonellari ójavnvág, menstruellum/mánaðarligum avbjóðingum, manglandi samband við kroppin og ov lítið av njótilsi og lættleika í gerandislívinum.
 
Skeiðið er samansett av framløgu og eini kvinnuligari tilgongd til yoga við rørslum, andadrátti og djúpari hvíld, har tað er tíð til at “at vera”, at venda uppmerksemið inneftir, til at merkja seg sjálvan og ikki minst til at fáa íblástur frá hvørjari aðrari.
 
Tú nýtist ikki at hava eina menstratiónscyklus fyri at luttaka ella hava forkunnleika til yoga.
Kom júst sum tú er, við tí sum er – júst hendan dagin <3
 
Ein støðgur er miðskeiðis á skeiðinum, har tú fær eitt lætt ábit og drikkilsi.

Send ein fyrispurning

Til ber at umbiðja skeiðið t.d. til bindiklubbar o.a.

Kurvin