# Javnvág ## Posts - [Hugleiðing um, hvussu mítt fyrra hálvár 2025 við fokus á kvinnuheilsu kom at síggja út](https://javnvag.fo/hugleiding-um-hvussu-mitt-fyrra-halvar-2025-vid-fokus-a-kvinnuheilsu-kom-at-siggja-ut/): Í ár var tankin hjá mær at hava fokus á kvinnukroppin og hormonir, og kvinnukroppin og arrviðgerð bæði við massagu, zoneterapi og yoga.  Tá eg hyggi aftur á hálvárið, so kann eg nøgd staðfesta, at jú, gongd er í hesum 🙂 23/1-25 gjørdi eg mítt fyrsta “Sofaprát”. Hetta var við Rosu, sum hevði verið til viðgerð hjá mær, tí hon ikki fekk menstruatiónina aftur aftaná at vera steðga við p-bollum. Hon arbeiddi íðin við at økja sína tilvitan um cyklus og at tillaga gerandislívið eftir henni. Hon fekk tað betur, og tó kom menstratiónin ikki. Hon fekk staðfest PCOS, og […] - [Nýggjársyoga 2024 – Hugleiðing um myrkur í myrkrinum <3](https://javnvag.fo/nyggjarsyoga-2024-hugleiding-um-myrkur-i-myrkrinum-3/): Nú siti eg við einum temunni í myrkrinum og friðinum á ársins fyrsta degi og hugleiði um myrkur í myrkrinum aftaná eitt ótrúliga kalt, klárt og vakurt nýggjárskvøld. Nýggjársyoga 30/12-24 var nakað heilt serligt, tí ikki nokk við, at tað lá í myrkasta vetrinum og í djúpstu útandingini og samantrekkingini á árinum. Tað lá eisini í síðstu tendringini í árinum, myrkasta mánanum á himmalinum og í tí djúpstu kosmisku útandingini og samantrekkingini í árinum.   So alt í alt ein eyka útanding í útandingini, eitt eyka myrkur í myrkrinum og ein eyka samantrekking í samantrekkingini, áðrenn eitt nýtt ár, ein […] - [Lekkur skuffukøka við súreplum, rosinum og kanel og uttan sukur, mjøl og mjólkaúrdráttir.](https://javnvag.fo/lekkur-skuffukoka-vid-sureplum-rosinum-og-kanel-og-uttan-sukur-mjol-og-mjolkaurdrattir/): Tá eg baki og geri mat brúki eg ofta onkra grunduppskrift, sum eg blandi við onkrum mær dámar. Tað lidna úrslitið líkist tí ikki altíð “heilt” tí upprunaligu útgávuni. Tíverri havi eg onga mynd av hesi útgávuni. Soleiðis varð eisini við hesi banankøkuni, sum er vorðin til eina súreplakøku og eina perukøku við vaniliu, kanel og lekress smakki og eina kardamummukøku. Tann síðsta útgávan ein súreplakøka við rosinum og kanelsmakki, sum fleiri av tykkum hava smakka her í desembur í 2020, er umleið soleiðis sett saman: 5 bananir, 6 egg og 2,5 dl av rapsolja verða blenda saman við einum stavblendara. […] - [Mammu’sa svimjukonute og Marionnu’sa nøtubland :)](https://javnvag.fo/mammusa-svimjukonute-og-marionnusa-notubland/): Ein leskiligur og hitandi drykkur í kuldanum. Hetta er mammu’sa heimagjørda “svimjukonute”, sum hevur hita mong havdippingar hjørtu á Sandagerði <3 Í ár gjørdi mamma okkum hendan drykk at leska okkum við aftaná yoga í desembur saman við Marionnu’sa nøtublandi. Angin gav jóladám í rúminum og yvirbráið var “Uuummmmm”  Mammu’sa svimjukonute: 3/4 l. av vatni 1 heil kanelstong 1 petti av ráum ingiferð 10 heil kardamummuhylki – knúst eitt sindur 3 stjørnuanis 10 – 15 heilar nelikar 1 – 3 leimbløð – geva sitrónsmakk og líkjast lavrberjabløðum Lyle’s Golden Syrup ella annað søtievni eftir tørvi. Innihaldið verður kóka upp, stendur […] - [Fif - til standandi arbeiðið við farteldu heima, tá tú ikki hevur innstilliligan útbúnað tøkan.](https://javnvag.fo/fif-til-standandi-arbeidid-vid-farteldu-heima-ta-tu-ikki-hevur-innstilliligan-utbunad-tokan/) - [Fif - til at bróta einsháttaðar rørslur sum við t.d. sitandi arbeiðið við teldu](https://javnvag.fo/fif-til-at-brota-einshattadar-rorslur-sum-vid-t-d-sitandi-arbeidid-vid-teldu/) - [Fif - til sitandi arbeiðið við farteldu heima, tá tí ikki hevur innstilliligan útbúnað tøkan](https://javnvag.fo/2599-2/) - [Ársins stytsti dagur og longsta nátt 2019](https://javnvag.fo/arsins-stytsti-dagur-og-longsta-natt-2019/): Á ársins stytsta degi og longstu nátt – vetrarsólstøðu, sat eg og skrivaði tíðindabræv og takkaði fyri sýndan áhuga, luttøku og íblástur hjá Javnvág gjøgnum árið. Eg eri sera takksom fyri at kunna menna virksemið mítt saman við mínum viðskiftafólki og gleði meg til eitt nýtt ár við nýggjum møguleikum. Ársins syklus var júst komin heilt til endan av útandingini. Til steðgin har einki tykist at henda, hóast at tað í myrkrinum og í tí stilla og tigandi hendir nógv. Har tú ER og ikki GER, og í friðinum leggur til merkis og møtir tí, sum ER og talar til tín frá hjartanum, tí sum hevur týdning. Slettis ikki tí, at tað altíð er so lætt. Hetta er tíðin til at samla orku og vera í híð. At vaksa í javnvág ímillum at VERA og GERA. - [“Inspiratión” – ein hugleiðing frá longsta degi 2019 ](https://javnvag.fo/inspiration/): Eg siti einsamøll í kvøld og orðið, sum kemur til mín við hesum vakra útsýni yvir himmal, hav og fjøll, er ”inspiratión”. Eg siti og geri eina skrá og eitt tíðindabræv yvir yoga fyri heystið og veturin 2019 og nakað nýtt, eg ynski at bjóða út. - [Heystið – vilt, flott, litríkt og grátt](https://javnvag.fo/heystid-vilt-flott-litrikt-og-gratt/): Heystið hevur nú av álvara tikið dik á seg. Hitin og orkan í sólini eru minkandi, og dagarnir styttast. Tað er heystardimmið, og vit tendra ljós. Eg gangi ein túr og síggi tað litríka spælið í tí følnandi náttúruni. Allir hesir fantastisku gyltu heystlitirnir. Litir, sum eru úrslit av nøkrum, sum hevur verið; tí, sum hevur spírað og vaksið í vár og summar. ## Pages - [Elementor #3555](https://javnvag.fo/elementor-3555/): Viðskiftatreytir Yoga: Trygd og fyrivarnið:        Tú hevur sjálv/ur ábyrgd av tíni egnu trygd og heilsu í yogatímanum. Lurta eftir kroppinum og sig frá, um nakað er, sum tað ikki skal vera. Tað er í lagi at føla strekk og ikki í lagi at føla pínu. Rátt verður til at siga mær frá og møguliga spyrja seg fyri hjá lækna, um tú hevur m.a. høgt blóðtrýst, blóðtøpp, hjartasjúku, sukursjúku, epilepsi, er við barn, hevur kropsligar og/ella sálarligar avbjóðingar, ella um tú er í læknaligari viðgerð og tekur heilivág. Trúnaður er um tað, sum boða verður frá. Gjald og […] - [Skeið, ið kunnu bíleggjast](https://javnvag.fo/skeidir-id-kunnu-bileggjast/): Skeið, ið kunnu bíleggjast SKIFTISÁRINI At fóta sær í eini broytingartíð yvir ár Skeiðið er til tín, sum er “forvitin”, til tín sum merkir smærri broytingar og til tín sum merkir størru broytingar. Til tín, sum hevur bløðingar og tíl tín, sum ikki hevur bløðingar longur. Les meira her TÍN MÁNAÐARLIGA CYKLUS Tín innari vegleiðari Lær at kenna ymisk tekin frá kroppinum, sum tín innara vegleiðara og lær at arbeiða við og ikki ímóti hesum natúrligu mánaðarligu skiftunum kropsliga og sálarlig. Les meira her TANN GÓÐI GRUNDLEGGJANDI ANDADRÁTTURIN Í GERANDISLÍVINUM Skeið á 4 vikur, har fokus er á at stuðla […] - [Skeið, ið koyra nú](https://javnvag.fo/skeidir-id-koyra-nu/): Skeið, ið koyra nú LÆTT YOGA Fyri óroynd og roynd Á ymiskan hátt verður arbeitt við andadráttinum og løttum, róligum og samansettum rørslum og kropsstøðum Les meria her BARNAKONU-YOGA í Grønlendingahúsinum At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða kvinna og mamma Les meira her MIÐAL YOGA fyri nakað roynd Tímin byggir á eina sameining av klassiskum Hatha yoga, bleytum og flótandi rørslum og hvílandi yogastøðum Les meira her BARNAKONUYOGA í Grønlendingahúsinum At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða […] - [Nethandil](https://javnvag.fo/nethandil/) - [Terms and Conditions](https://javnvag.fo/terms-and-conditions/): Terms and Conditions OVERVIEWThis website is operated by Javnvág. Throughout the site, the terms “we”, “us” and “our” refer to Javnvág. Javnvágoffers this website, including all information, tools and Services available from this site to you, the user, conditioned upon your acceptance of all terms, conditions, policies and notices stated here. By visiting our site and/ or purchasing something from us, you engage in our “Service” and agree to be bound by the following terms and conditions (“Terms of Service”, “Terms”), including those additional terms and conditions and policies referenced herein and/or available by hyperlink. These Terms of Service apply […] - [Privacy Policy](https://javnvag.fo/privacy-policy/): Privacy Policy  Last Updated March 29, 2024   This privacy notice for Javnvág, describes how and why we might collect, store, use, and/or share your information when you use our services , such as when you:   Visit our website at Javnvag.fo, or any website of ours that links to this privacy notice Engage with us in other related ways, including any sales, marketing, or events     Questions or concerns? Reading this privacy notice will help you understand your privacy rights and choices. If you do not agree with our policies and practices, please do not use our Services. If you still have […] - [Refund Policy](https://javnvag.fo/refund-policy/): Refund policy We have a 14 days return policy, which means you have 14 days after receiving your item to request a return.  To be eligible for a return, your item must be in the same condition that you received it, unworn or unused, with tags, and in its original packaging. You’ll also need the receipt or proof of purchase. To start a return, you can contact us at Javnvag@javnvag.fo. Please note that returns will need to be sent to the following address: Hvannasundsgøta 12, 100 Tórshavn. Føroyar. If your return is accepted, we’ll send you a return shipping label, […] - [Mín konta](https://javnvag.fo/min-konta/) - [Keypssíðan](https://javnvag.fo/keypssidan/) - [Kurv](https://javnvag.fo/kurv/) - [Nethandilin (Shop page)](https://javnvag.fo/nethandilin/): Vælkomin til Nethandilin - [Skiftisárini – at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár](https://javnvag.fo/skiftisarini-at-fota-saer-i-eini-broytingartid-yvir-ar/): SKIFTISÁRINI – at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár “Eg kann veruliga viðmæla øllum kvinnum at fara á hetta skeið. Menn høvdu ivaleyst eisini kunna lært nakað gott” Hvørjar eru tær natúrligu broytingarnar, sum henda í kroppinum ígjøgnum árini upp til og í skiftisárunum? Hvussu kanst tú fyrireika teg til hesar broytingarnar. Hvussu kanst tú arbeiða við og ikki ímóti hesum broytingunum? Hvussu kunnu skiftisárini fevna um stórar menningarmøguleikar við lívsgleði og trivnaði?   12/4-23 var eg í morgunsendingini og tosaði um Skiftisárini. Lurta á: https://kvf.fo/gmf?sid=155400   Merkir tú nakað til m.a. møði, at tola minni av, at vera […] - [Tín mánaðarliga cyklus – tín innari vegleiðari](https://javnvag.fo/tin-manadarliga-cyklus-tin-innari-vegleidari/): Tín mánaðarliga cyklus – tín innari vegleiðari Skeið á 4 tímar har vit fara í dýbdina við evninum:  Tann cykliska kvinnan – tín mánaðarliga cyklus, tín innari vegleiðari. Skeiðið er til tín, sum hevur áhuga í styrkini í teimum nørandi kvinnuligu eginleikunum, sum búgva í okkum, í ringrásini hjá mánanum, rútmuni í teimum fýra árstíðunum og tíni mánaðarligu cyklus, teimum innaru árstíðunum og í tí heilt natúrliga og givna samanhanginum í hesum.  Lær at kenna ymisk tekin frá kroppinum, sum tín innara vegleiðara og lær at arbeiða við og ikki ímóti hesum natúrligu kropsligu og sálarligu skiftunum, sum eru gjøgnum eina cyklus.  […] - [YNDI FITNESS – morgunyoga, hósmorgnar kl. 7.10 – 8.00](https://javnvag.fo/yndi-fitness-morgunyoga-hosmorgnar-kl-7-10-8-00/): YNDI FITNESS – morgunyoga, hósmorgnar kl. 7.10 – 8.00 Til tín, sum er limur ella hevur klippikort í Yndi Fitness.   Tímin byggir á lætt yoga, har vit á ymiskan hátt vekja kroppin við andavenjingum, dynamiskum kropsligum rørslum og kropsstøðum. Tímin endar við strekkjum og eini styttri hvíld. At geva gætur er eitt lyklaorð, og kropsligu rørslurnar fara fram við róligari ferð eftir tíni egnu náttúrligu rútmu í andadráttinum. Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at øll kunnu vera við – bæði óroynd og roynd. Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka. Mælt verður […] - [FOUNTAINHÚSIÐ – Kroppur og andadráttur](https://javnvag.fo/fountainhusid-kroppur-og-andadrattur/): Fountainhúsið – Kroppur og Andadráttur Síðani september 2014 hevur Marianna havt skeiðsvirksemið “Kroppur og andadráttur” fyri limum í Fountainhúsinum.   Marianna er útbúgvin ergoterapeutur, yogalærari og zoneterapeutur og hevur drúgvar royndir innan psykiatri frá Psykiatriska deplinum á Landsjúkrahúsinum.   Á skeiðinum verður dentur verður lagdur á tryggleika, og at tú verður møtt/ur júst, sum tú er.   Tær nýtist ongan forkunnleika at hava fyri at kunna luttaka og blíðu rørslurnar verða tillagaðar tínum kroppi. Sálarligar avbjóðingar kunnu mangan merkjast í kroppinum og andadráttinum, sum m.a. kenslan av at hava mist sambandið, at flóta út, bara at vera í høvdinum og at […] - [MAMMUYOGA VIÐ PINKUBØRNUM](https://javnvag.fo/mammuyoga-vid-pinkubornum/): MAMMUYOGA VIÐ PINKUBØRNUM Mammuyoga við pinkubørnum er bæði eftirføðingaryoga til tín sum mamma og zoneterapi og sansastimbran til barnið.    Skeiðið er bæði til tín, sum hevur átt vaginalt og eisini sera vælegna til tín, sum hevur átt við keisaraskurði.   Tú kann luttaka frá uml. 6 – 8 vikur eftir føðing og fram til at barnið er í grulvialdri. Við keisaraskurði frá uml. 10 – 12 vikur eftir føðing.   Á ein mildan hátt verður arbeitt við at fevna um broytingarnar í kroppinum eftir barnsburð og føðing ígjøgnum andavenjingar, kropsligar venjingar og djúpari hvíld, sum styrkja og stuðla kropsliga og sálarliga.  […] - [MIÐAL YOGA – fyri nakað roynd](https://javnvag.fo/midal-yoga-fyri-nakad-roynd/): MIÐAL YOGA – fyri nakað roynd Tímin byggir á eina sameining av klassiskum Hatha yoga, bleytum og flótandi rørslum og hvílandi yogastøðum.     Á ymiskan hátt verður arbeitt við andadráttinum, samansettum rørslum, kropsstøðum, javnvág og djúpari hvíld. Orð verða sett á sameiningina millum kokubotn, rørslur og andadrátt. Í tímanum verður ymiskur útbúnaður brúktur so sum yogapúta, kubbið, beltið, teppið og eygnapúta.     Lyklaorðini eru rúm, ró og nærvera við serligum atlitið til ta natúrligu rútmuna og orkuna hjá tí einstaka.     Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at hann hevur færri grundleggjandi frágreiðingar til yogarørslurnar og er nakað meira kropsliga […] - [BARNAKONUYOGA í Grønlendingahúsinum](https://javnvag.fo/barnakonuyoga-i-gronlendingahusinum/): BARNAKONUYOGA At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða kvinna og mamma. Fyri flestu kvinnur er hetta leiðin til eitt tað mest sárbæra skiftið í kvinnulívinum. Eitt skiftið, sum rúmar flest broytingar í síni heild bæði kropsliga, sálarliga og mentalt. Broytingar, sum kunnu skapa nógvar ymiskar kenslur m.a. bæði takksemið og gleðið og sorg og ótta.   Til barnakonuyoga verður dentur lagdur á: eitt trygt og stuðlandi umhvørvið at fevna um broytingar – kropsliga og sálarliga í viðgongutíðini at lurta eftir og líta á kroppin og tað, sum tú kennir á […] - [LÆTT YOGA – fyri óroynd og roynd](https://javnvag.fo/laett-yoga-fyri-oroynd-og-roynd/): LÆTT YOGA – fyri óroynd og roynd Á ymiskan hátt verður arbeitt við andadráttinum og løttum, róligum og samansettum rørslum og kropsstøðum. Arbeitt verður eisini við javnvágini, strekkum og djúpari hvíld. Orð verða sett á natúrligu sameiningina millum kokubotn, andadrátt og rørslur. Í tímanum verður ymiskur útbúnaður brúktur so sum yogapúta, kubbið, beltið og teppið og eygnapúta.   Lyklaorðini eru rúm, ró og nærvera við serligum atlitið til ta natúrligu rútmuna og orkuna hjá tí einstaka. Tímin byggir á eina sameining av klassiskum yogastøðum og meiri flótandi rørslum og renslið til búkholu og kokubot. Harafturat verður tann hvílandi skipanina í kroppinum, sum gevur […] - [Tann góði grundleggjandi andadrátturin í gerandislívinum](https://javnvag.fo/tann-godi-grundleggjandi-andadratturin-i-gerandislivinum/): Tann góði grundleggjandi andadrátturin í gerandislívinum Skeið á 4 vikur, har fokus er á at stuðla undir tann heilt natúrliga ómakasleysa andadráttin, sum vit brúka í gerandisdegnum.  At arbeiða við tí góða grundleggjandi andadráttinum er alment gagnligt, betrar um ilting av blóðinum, minkar um spenningar í kroppinum og nervaskipanini, stuðlar undir sodningina, virkar ímóti strongd og nógv annað gott. Er eisini sera gott aftaná møguliga sjúkralegu.     Hetta skeiðið er til tín, sum: Hevur varnast, at andadrátturin av onkrari orsøk er blivin ov grunnur. Tú følir tað møguliga, sum um tú bara andar ovaliga í bryngukassanum og ikki rættiliga […] - [Pinkubørn og børn](https://javnvag.fo/pinkuborn-og-born/): Pinkubørn og børn Zoneterapi til pinkubørn kann gevast á føturnar hjá pinkubarninum ella á føturnar á mammuni, ímeðan pinkubarnið liggur á mammuni.   Hetta tí, at sambandið ímillum mammu og barn er so sera tætt teir fyrstu mánaðarnar eftir barnsburð. Tað er sum um kropparnir enn eru eitt, sum um, at barnsburðurin heldur áfram, bara uttaná.   Viðgerðin til pinkubørn og børn er sera mild og kann gevast, so skjótt barnið er føtt.   Zoneterapi virkar sera væl ímóti m.a. óró, manglandi trivnaði, spenningum, afturvendandi eygnabruðna, vatn á oyrunum og avbjóðingum við sodning av ymsum slag m.a. órógvan, luft, krampa og forstoppilsi. […] - [20 grams trykk á føtur](https://javnvag.fo/20-grams-trykk-a-fotur/): 20 grams trykk Við eini trykkávirkan á 20 gram á øki (reflekszoner) á fótunum verður kroppurin leiddur inn í eina djúpa uppbyggjandi innaru hvíld.   20 g. trykk er sera vælegna til fólk, sum ynskja eina heilt milda, djúptgangandi og longrivarðandi viðgerð.    Viðgerðin virkar, sum við klassiskari zoneterapi á allan kroppin og er sera vælegna til avbjóðingar mentalt, sálarliga og nervasjúkufrøðiliga, so sum at skapa ró og linna í neva- og hormonskipanina m.a. við óró, svøvnavbjóðingum, tekin um strongd og sorg.   Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvinum hjá tí einstaka.   Er tørvur á eini samanhangandi viðgerðargongd verður […] - [Á andlit](https://javnvag.fo/a-andlit/): Á andlit Zoneterapi á andlit er ein viðgerðgerðarháttur, sum Lone Sørensen hevur ment út frá fleiri ymiskum háttum at fremja javnvág í kroppinum. Hættir, sum finnast ymsa staðni í verðini m.a. hjá indianarum í Suðuramerika.   Við ymiskari handaligari trykkávirkan verður kroppurin ávirkaður ígjøgnum øki (reflekszoner), akupunkturpunktir og  nervareflekspunkir, sum svara til ymiskar partar og skipanir í kroppinum.   Andlitzoneterapið er sera vælegna til tín, sum ikki ynskir viðgerð á føturnar.   Viðgerðin virkar, sum við klassiskari zoneterapi, á allan kroppin.   Andlitzoneterapi er sera vælegna til avbjóðingar mentalt, sálarliga og nervasjúkufrøðiliga. Hon skapar m.a. ró og linnan í neva- […] - [Klassisk á føtur](https://javnvag.fo/klassisk-a-fotur/): Klassisk á føtur Sí eisini Zoneterapi til Pinkubørn og børn ​ Klassisk zoneterapi á føtur er tann mest kenda og brúkta viðgerðin av zoneterapi í okkara partin av heiminum.   Á fótunum og leggunum eru ávísar øki (reflekszoner), sum svara til ymiskar partar og skipanir í kroppinum.  Harafturat er eitt orkurensl (meridiansystem) í kroppinum, sum líknandi við blóðrenslið rennur ígjøgnum allan kroppin. Tær ávísu leiðirnar, ið orkurenslinum rennur ígjøgnum (meridianbaner), eru eisini bundnar at ymiskum pørtum og skipanum í kroppinum. Við ymiskari handaligari trykkávirkan á økini á fótunum og punktir, sum orkurenslið rennur ígjøgnum, fæst sostatt ein ávirkan á samsvarandi […] - [Viðmælið](https://javnvag.fo/vidmaelid/): Viðmæli Rannvá ArnadóttirBarnakonuyoga Read More Føðingin gekk orduliga væl, eg eri SO glað og takknemliga fyri alt sum eg havi lært um føðis og mín egna kropp við at ganga til yoga hjá tær. Tað hevur gjørt allar munin og veri eitt tað besta við graviditetinum, og kroppurin er orduliga væl fyri eftir graviditet og føðing, 1000 takk fyri títt arbeiðið ☺️ Joan HansenBarnakonuyoga Read More Eg havi gingið til barnakonuyoga. Sera gott! Eg vil absolut anbefalla hettar! Guðrun Horn SnæbjørnsdóttirMammuyoga og Pinkubørn Read More Mammuyoga við pinkubørnum er heilt fantastiskt. Eg havi verið til tvey heil skeið við Rósu, […] - [Blogg](https://javnvag.fo/blogg/): Vælkomin tín mín Blogg Uppskriftir Kunning Hugleiðing FIF Keisaraskurð Skiftisár - [Tilfar við ljóð- og sjónfílum](https://javnvag.fo/tilfar-vid-ljod-og-sjonfilum/): Tilfar við ljóð- og sjónfílum Morgunsendingini í KVF frá 12.04.23 um skiftisárini Lurta Her Hitatúrar, turrar slímhinnur, tunglyndi, vánaligur svøvnur, strongd. Nógvar eru tær keðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av skiftisárunum hjá einari kvinnu. Allar skulu ígjøgnum skiftið, har tú fert frá at vera gitnaðarfør til ikki at kunna fáa børn longur, men ymiskt er, hvussu henda tíðin ávirkar.    Ein triðingur av kvinnum merkja lítið ella einki, ein triðingur kennir eyðkennini væl, meðan síðsti triðingurin hevur tað sera ringt.    Marianna Vang Simonsen hevur í nógv ár arbeitt við kvinnukroppinum, stórum lívsbroytingum og teimum hormonum, sum stýra okkara lívi, […] - [Ergonomi](https://javnvag.fo/ergonomi/): ERGONOMI   Hvat er ergonomi?   Ergonomi er læruna um menniskja í arbeiði. Læran um samanspælið ímillum menniskja, arbeiðsumhvørvið og arbeiðsuppgávuna. Hví er áhugavert at tosa um ergonomi í arbeiðslívinum? Tilvitan um og brúk av læruni um ergonomi hevur stóran týdning fyri at fyribyrgja niðurslítan og skaðar, sum kunnu standast av arbeiði. Ynski er, at menniskja varveitir arbeiðsevnini og lívsgóðsku sum longst.   Um fólk hava fingið avbjóðingar ella skaða av arbeiði, kann arbeiðið oftast broytast og ella tillagast soleiðis, at tey megna tað aftur og afturstig kunnu fyribyrgjast.   Hevur kroppurin fyrst fingið eina avbjóðing ella skaða, er vandin størri […] - [Zoneterapi](https://javnvag.fo/zoneterapi/): Zoneterapi Hvat er zoneterapi?  Zoneterapi er í dag ein sera vælumtóktur og viðurkendur viðgerðarháttur og eitt gott ískoyti til aðra viðgerð. Zoneterapi stuðlar undir at javnviga heilsustøðuna sum heild, og hvørki kann ella skal viga upp í móti tí læknaligu tilgongdin til sjúkuviðgerð.   Zoneterapi er eitt aldargamalt handverk við uppruna í fleiri heimspørtum.   Læran um zoneterapi byggir á eina heildarfatan av menniskjanum sum eina eind, har tað altíð er ein sínamillum ávirkan millum kropp, sinn og sál. Læran byggir á, at allur kroppurin finst speglaður í smærri zonum á kroppinum m.a. á fótunum, hondunum og andlitinum. Við serligari […] - [Yoga](https://javnvag.fo/yoga/): Yoga Yoga er fyri øll og snýr seg um at sameina, styrkja og skapa javnvág í kroppi, andadrátti, sinni og sál.   Tað, sum hevur stórstan týdning í tilveruni, er tað, sum hendir uttanfyri yogamottuna.    Yogamottan er eitt “pit stop” í gerandidegnum, ein stutt vitjan, har tú heilsar uppá, leggur merki til og stillar ljóðførið.    Yoga er at meta sum ein møguleiki at uppliva, sansa og merkja lívið, sum vit liva, sum ein partur av eini størri heild.   At geva gætur er eitt lyklaorð, og kropsligu rørslurnar fara fram við róligari ferð eftir tínu egnu náttúrligu rútmu í andadráttinum. Tað […] - [Um meg](https://javnvag.fo/um-meg/): Um meg Eg eiti Marianna Vang Simonsen og eri útbúgvin ergoterapeutur, zoneterapeutur og yogalærari við breiðum áhuga og royndum í bæði traditionellum og alternativum hættum at styrkja og skapa javnvág kropsliga og sálarliga. Mítt ynski er, at folk trívast og mennast í sínum gerandislívi og varveita lívsgóðsku sum longst.   Míni lyklaorð eru: “Rúm, ró og rytma.” At skapa rúm og ró til at vera egnari rytmu. At vitan gevur tilvitan og tilvitan gevur møguleika fyri at gera nakað við sína støðu. At sjálvt tað smáa ger stóran mun. “Less is more”. Í november 2014 stovnaði eg fyritøkuna Javnvág, sum byggir […] - [Heim](https://javnvag.fo/): Vælkomin til Javnvág – Rúm, Ró, og Rytma Les meira um Javnvág Tænastur Yoga er eitt framúrskarandi amboð til at økja sína tilvitan og styrkjast sum heild. Sí meira Zoneterapi er ein viðgerðarháttur til at skapa javnvág og linna í kroppinum og harvið betra um heilsustøðuna og trivnaðin í gerandisdegnum. Sí meira Ergonomi er eitt øki innan ergoterpi og er læran um menniskja í arbeiði. Sí meira Tøk skeið og gávukort Møguligt er at koma á bíðilista til fullteknaði skeið við at skriva til mín undir sambandi. Bloggur Les meira Góð viðmæli Javnvág hevur gjøgnum nógv ár hjálpt einum hópi […] ## Products - [BARNAKONUYOGA, 5 vikur skeið frá 21/1 til 18/2 - 26 :)](https://javnvag.fo/product/barnakonuyoga-i-gronlendingahusinum/): Skeið 5 vikur frá 21/1 til 18/2 - 26 Mikudagar kl. 18.15 - 19.30 Stað: Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn Undrivísari: Marianna Vang Simonsen Kostnaður: kr. 750,- íroknað lán av útbúnaði. - [Gávukort](https://javnvag.fo/product/gift-card/): TAKK FYRI KEYPIÐ :) Gávukortið kann brúkast til tær tænastur, sum Javnvág bjóðar. Um tú ynskir at heinta gávukortið, sum ein lítlan pakka, so gev mær boð um tað á javnvag@javnvag.fo ella á tlf. 516699. Til ber eisini, at tú printar kvittan av keypinum út og pakkar tað inn soleiðis, sum tú ynskir tað sjálv/sjálvur. Vinarliga Marianna Vang Simonsen [comment]: # (Generated by Hostinger Tools Plugin)